Tíðindi26. oktober 2019

Útnorðurráðið havt fund í Grønlandi

Útnorðurráðið hevur havt fund í Nuuk í vikuni. Ráðið hevur umskipað seg við Henriki Old sum næstformanni.

í Landstingssalinum í Nuuk

Útnorðurráðið hevur í vikuni verið á fundi í Nuuk í Grønlandi. Á fundinum var millum annað tosað um møguleikan hjá ungum at ferðast millum londini, samstarv á fiskivinnuøkinum og plastdálking i havinum. Harumframt var eitt føroyskt uppskot um eina havumhvørvisvirðisløn samtykt.

- Havumhvørvið er serliga umráðandi fyri øll londini í Útnorðurráðnum, og tí skal virðisløn latast onkrum, sum hevur gjørt eitt serligt átak fyri at avmarka dálking í havinum. Akkurát hvussu virðislønin kemur at síggja út, og hvussu hon verður fíggjað, vita vit ikki enn, men semja er um, at hon skal latast, sigur Henrik Old. 

Formansskapurin í ráðnum verður valdur av nýggjum á hvørjum ársfundi,  og sær nú soleiðis út: 

Formaður: Guðjón S. Bjárnason, Ísland

Næstformaður: Henrik Old, Føroyar

2. næstforkvinna: Vivian Motzfeldt, Grønland