Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv16. august 2015
Eyðgunn Samuelsen

Uttan kvinnurnar - ongin vælferð

Okkara samfelag hevur í øldir verið soleiðis samansett, at mennirnir hava balst á havinum, og kvinnurnar hava verið heima. Tað eru ikki nógv ár síðani, at føroyska kvinnan mátti vera bæði mamma og pápi, tí páparnir vóru langar túrar til skips. Tá var vanligt, at bygdin var manntóm, bert kvinnurnar og eldri menn, ið vóru uppilagstir vóru heima, vóru til staðar. Seinni komu kvinnurnar av álvára út á arbeiðsmarknaðin og tøkk fyri tað !

Menn og kvinnur hava skapt hetta samfelagið saman, og um kvinnurnar ikki vóru partur av arbeiðsorkuni, ja, so høvdu vit ikki havt ráð til vælferðarsamfelagið.

Hvussu er støðan hjá kvinnunum í Føroyum í dag?

Tað er ein sannroynd, at størsti parturin av einsamøllu uppihaldarunum eru kvinnur, og tað er ein sannroynd, at størsti parturin av hesum kvinnunum eru undir veingjabreiðinum hjá fakfeløgunum - nógvar eru bæði ófaklærdar og tímaløntar.

Og sjálvt um hundrað ár eru liðin, síðan fakfelagsrørslan sá dagsins ljós, so hevur okkara samfelag framvegis fleiri avbjóðingar, tá tað kemur til javnstøðu. Ein av størstu avbjóðingunum er í ójavnanum millum kynini á arbeiðsmarknaðinum.

Kvinnuligir løntakarar fáa lægri pensjón. Tær arbeiða oftari niðursetta tíð ímóti sínum vilja. Og tær fáa sum heild lægri løn.

Hetta kann undra almikið, tí hvat var føroyska vælferðin uttan allar tær kvinnurnar, sum við heitum hjørtum og hegnigum hondum hvønn dag lívga føroyska fólkið - heilt úr vøggu og í grøv?

Hvør føroyingur kemur ígjøgnum lívið uttan onkursvegna at njóta gott av tí linna og tí ugga, sum kvikar kvinnuhendur hvønn dag veita her á landi?

Og hvør við sítt fulla skil kann siga, at hetta arbeiðið er minni vert enn annað arbeiði?

Kvinnukorðini á dagsskrá

Hetta mugu og skulu vit gera nakað við ! Tað eru fleiri tiltøk, sum kunnu bøta um støðuna hjá føroyska kvinnuni, so hon merkir sama fløva frá samfelagnum, ið hon veitir okkum og okkara.
 
Fyri tað fyrsta eiga tey, sum arbeiða niðursetta tíð, at fáa fleiri tímar, tá tað er pláss fyri nýggjum starvsfólki. Tað má tryggjast við lóg.

Fyri tað næsta má einki starvsøki vera so slítandi, at man ikki kann arbeiða fulla tíð. Øll skulu kunna vinna sær eina løn, sum tey kunnu liva av og forsyrgja sínum børnum við.
Tey sum hava hug at arbeiða minni skulu sjálvsagt kunna tað, men orsøkin skal ikki vera, at tey hava so slítandi arbeiði, at tey noyðast at arbeiða minni.

Fyri tað triðja skal ongin kvinna skal fáa eina so lága løn, at hon ikki megnar at forsyrgja sínum børnum, um hon er einsamøll við teimum. Allar barnafamiljur skulu hava tað gott. Tú kann ikki arbeiða, uttan at tíni børn hava tað gott, meðan tú er til arbeiðis.

Harumframt skulu børnini fáa ta bestu byrjanina í lívinum, ið vit kunnu geva. Tí skal barsilsfarloyvið leingjast til 1 ár, og pápin skal fáa høvi at vera meira við.

At enda skal ongin kvinna verða verri fyri á ellisárum, tí hon hevur verið arbeiðsleys ella á barsilsfarloyvi. Tann lønarniðurskurður, ið samgongan hevur lagt í Barsilsskipanina, við tvungnu pensiónsuppsparingini, skal burtur.

Tað góða samfelagið er samfelagið, har bæði kvinnur og menn hava møguleika at trívast og mennast.

Eyðgunn Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum