Tíðindi02. apríl 2019

Vælferðarlógin til fyrstu viðgerð

Í gjár var fyrsta viðgerð av Vælferðarlógini í Løgtinginum. Eitt sosialpolitiskt nýbrot, sum nógv arbeiði liggur aftanfyri. Við hesum verður nýggj kós sett fyri eina av týðandi súlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum.

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum.

- Nýggja vælferðarlógin er ein snaring, tá ið tað kemur til tær tænastur, sum tað almenna veitir. Nú hyggja vit fyrst eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum, og síðani hyggja vit eftir, hvat skal til fyri at nøkta hendan tørvin. Øll skulu hava somu møguleikar, men øll skulu ikki hava somu tænastur, sigur Eydgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum.

Nýggja vælferðarlógin er fyri teir borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialum tænastum, og verður lógin karmur um teirra gerandisdag og virki. Eisini er hon niðasta fíggjarliga trygdarnetið fyri teir borgarar, ið ikki sjálvir megna at uppihalda sær sjálvum og sínum.

Lógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Les meira um Vælferðarlógina her.