Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv02. mai 2020
Kristianna W. Poulsen

Virðilig arbeiðskor fyri kvinnur og menn

1. mai. Dagurin, har vit markera stríðið fyri virðiligum arbeiðskorum fyri arbeiðsmenn og –kvinnur.

Ein 8 tímar langur arbeiðsdagur, arbeiðaravernd, hægri lønir, fólkaræði og betri lívikor sum heild vóru á skránni, tá ið 1. mai fyri 130 árum síðani gjørdist altjóða arbeiðaradagur.

Tað eru altíð onkur, antin einstaklingar ella bólkar, sum hava tikið tað neyðuga stríðið fyri tí, sum vit í dag halda vera so nattúrligt. Eitt stríð, sum sprettur av eini ásannan av, at okkurt er rotið og krevur broytingar og ábøtur.

Soleiðis var eisini, tá ið arbeiðararørslan í seinnu helvt av 18. øld fór at arbeiða fyri at vinna betri sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Í hesi samfelagsskipan hevði arbeiðsfólkið út av lagi vánalig kor. Arbeiðsdagurin var langur, ofta upp í 14 tímar, arbeiðaravernd var ikki til, og lønirnar vóru lágar. Bústaðar- og heilsuviðurskifti vóru vesalig, og sosial rættindi kundu okkara formøður og –fedrar ikki droyma um.

Í dag kunnu vit njóta ágóðan av teimum rættindum, sum ættarliðini undan okkum hava stríðst fyri. Men vunnin rættindi duttu ikki av himni niður í okkara favn, meðan vit svóvu. Og heldur ikki nú er at sovna, tí her er úr at gera fyri at fáa ein arbeiðsmarknað, sum hóskar til 21. øld. Ein arbeiðsmarknað, har vit øll trívast og kunnu liva av og við.

Vit hava í Føroyum eina áseting um, at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði. Fyrr var illa, halda vit í dag, men ein áseting sum hendan er als eingin sjálvfylgja. Og kelduna til at banna lønarmuni millum menn og kvinnur finna vit ikki í okkara egna, heimliga lóggávuvaldi á Tinghúsvegnum.

Ein belgisk flogterna, Gabrielle Defrenne, fór miðskeiðis í 1970unum til ES-dómstólin, tí hon ikki vildi finna seg í, at hon sum konufólk varð noydd at fara á pensjón sum 40 ára gomul, meðan hennara mannligu starvsfelagar kundu arbeiða, til teir gjørdust 55. Harumframt fingu teir bæði hægri løn og betri pensjón fyri júst tað sama arbeiðið sum kvinnurnar umborð á flogførunum.

Defrenne-málið førdi til, at tær fyrstu ES-ásetingarnar um javnstøðu millum kyn vórðu samtyktar. Umvegis Danmark, sum jú er í ES, kom hesin boðskapurin til Føroya, og her ásetir javnstøðulógin frá 1994, at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði.

So tað, at ein einstøk kvinna noktaði at finna seg í órættvísari viðferð, hevði við sær, at mál um javnstøðu millum kyn komu á skrá, fyrst í ES-londunum, og tvey áratíggju seinni her hjá okkum. Men tó at vit hava formligar ásetingar um somu løn fyri menn og kvinnur, eru lønarmunirnir framvegis risastórir. So her er eitt stórt arbeiði at gera.

Kravið um ein arbeiðsdag uppá 8 tímar varð sett fram av arbeiðararørsluni fyri 130 árum síðani, og í 1980 gjørdist 40 tímars arbeiðsvikan veruleiki í Føroyum. Nú er tíðin komin at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, eitt mál, sum #Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri. Vónandi gerst hetta veruleiki skjótt.

Góðan altjóða arbeiðaradag 🌹🌹🌹

Flottu myndina hevur belgiski arbeiðaraflokkurin gjørt fyri at markera 1. mai og við ynskjum um at heiðra dagsins gerandishetjur 😷😷😷