27. mai 2020

Virðiligari umstøður til fólk við ADHD

Bíðitíðin til at verða útgreinað/ur fyri ADHD kann vera upp í fleiri ár, og meðan summi verða loftað av almennu skipanunum, verða onnur slept upp á fjall. Fólk, sum hvønn dag stríðast við ADHD og autismu, mugu fáa virðiligari umstøður sum skjótast, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Í fleiri ár hevur bíðitíðin til ADHD útgreinan verið sera long. Onkuntíð hevur hon verið upp í 8 ár. Hetta hevur ført við sær, at nógv fólk í longri tíðarskeið hava latið seg útgreinað av privatum psykiatarum fyri egna rokning. Øll hesi fólk, sum eru útgreinað privat, eru uttanfyri psykiatriina og skipanina undir henni. Tey fáa tí onga hjálp til at tillaga t.d. heiligvág ella fáa kognitivar viðgerðir. Heldur ikki fáa tey somu møguleikar til eftirkanningar, ráðgeving, kognitiva viðgerð v.m. eins og tey, sum eru útgreinað alment.

Tað er ikki í lagi, heldur Jóhannis Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum, ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

- Ynskiligt hevði verið, at bíðitíðirnar til almenna útgreinan vóru so stuttar, at tað ikki var neyðugt hjá fólki at rinda fyri at fáa privata útgreinan. Men meðan arbeitt verður við at stytta bíðitíðirnar er tað ikki meira enn rímiligt, at tey, sum eru útgreinað privat, verða fevnd av psykiatriini og hartilhoyrandi tænastum, sigur Jóhannis Joensen.

Javnaðartingmaðurin vil hava landsstýrismannin at greiða nærri frá støðuni við ADHD í Føroyum. Hann vil hava tøl fyri, hvussu nógv eru hava fingið staðfest ADHD í Føroyum býtt upp í aldur, og um tey eru útgreinað privat ella alment. Harafturat skal landsstýrismaðurin svara, hvussu long bíðitíðin til almenna útgreinan er í dag, og nær væntast kann, at hon kemur niður á teir tríggjar mánaðirnar, sum er ynskiligt.

At enda spyr Jóhannis Joensen, nær ætlaða ADHD klinikkin fer at virka, og um landsstýrismaðurin ætlar at gera tað møguligt hjá fólki, sum hava fingið staðfest ADHD við privatari útgreining, at sleppa inn í heilsuskipanina og komandi ADHD klinikkina.

- Fólk, sum hvønn dag stríðast við ADHD og autismu, mugu fáa virðiligari umstøður sum skjótast, sigur Jóhannis Joensen og vónar, at landsstýrismaðurin tekur hetta í størsta álvara.