Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv14. oktober 2018
Eyðgunn Samuelsen

Vit mugu hava ein bráðtørvslista

Fólk, sum hava bráðfeingis tørv á einum bústaði, skulu verða tryggjað tak yvir høvdið í Føroyum. Í okkara ríka landi skal eingin, og serliga ikki barnafamiljur, stúra fyri at enda á gøtuni. Tí virka vit í Javnaðarflokkinum fyri, at vit fáa fleiri bústaðir og ein bráðtørvslista skjótast gjørligt.

Undan valinum í 2015 settu vit okkum fyri, at vit vildu hava yngra ættarliðið at støðast í Føroyum. Vit vildu venda fólkafráflyting til fólkavøkstur, og tað kunnu vit ásanna, at vit hava megnað. Seinastu fýra árini eru vit blivin á leið 3000 fleiri fólk í Føroyum. Tað eru vit sera fegin um, og tí mugu vit loysa tær avbjóðingar, sum fylgja við. Tað eru ikki øll, sum hava møguleika at keypa, og tørvur er á nógv fleiri leigubústøðum. Ikki øll hava møguleika at flyta inn til familju og vinir, meðan bíðað verður eftir einum leigubústaði, og tí hevur bústaðarpolitkkur hægstu raðfesting í Javnaðarflokkinum. Eitt av okkara uppskotum er, at vit skulu hava ein bráðtørvslista, soleiðis at fólk eru tryggjað tak yvir høvdið, um tey brádliga verða uppsøgd úr leigubústaði sínum.

Nøkur átøk eru gjørd, men vit hava tørv á enn fleiri. Bústaðir hava fingið heimild til fígging á 250 milliónir, og hetta merkir 300 fleiri bústaðir komandi tvey árini. Vit hava tørv á enn fleiri. 200 milliónir eru játtaðar til bústaðir til fólk við serligum tørvi, og leigulógin er dagførd, soleiðis at tað er hugaligari at leiga út til langtíðarleigu. Eisini her eru fleiri dagføringar ávegis. Almannaverkið hevur fingið rætt til 1 av 5 íbúðum hjá bústøðum, og í Javnaðarflokkinum kundu vit hugsað okkum, at hesin ávísingarrættur varð víðkaður, soleiðis at Almannaverkið fekk rætt til 1 av 4 íbúðunum. Somuleiðis kundi bráðtørvslistin verið eitt samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið. Arbeitt verður í løtuni við, hvussu hetta ítøkiliga skal skipast.

Bústaðarpolitikkur er ein samfelagslig ábyrgd. Ein aktivur almennur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar øllum borgarum rætt til ein hóskandi bústað, er eitt sjálvsagt javnaðarpolitiskt mál, og tí arbeiðir flokkurin hart við at bøta um avbjóðingarnar, vit hava á økinum í løtuni.

Í Javnaðarflokkinum halda vit, at føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur. Tað skal vera rúm fyri teimum, sum ynskja at byggja sær sethús, og vit eiga eisini at hava góðar almennar leigubústaðir, so láglønt hava ráð at búgva undir virðiligum korum. Harafturat eiga vit javnan at endurskoða og nýhugsa bústaðarmøguleikarnar í mun til tørvin. Tað gera vit nú, og vónandi fara átøkini at geva fleiri føroyingum eitt tryggari tak yvir høvdið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við bústaðarmálum