Djóni N. Joensen
Lesarabræv26. oktober 2017
Djóni N. Joensen

Vit mugu verja okkara ungu

- Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at okkara ungu ganga úti um næturnar og eru ávirkað av rúsdrekka og rúsevnum. Vit kunnu ikki lata sum einki, og mugu seta átøk í verk á hesum økinum skjótast gjørligt, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.


Fyrr í ár vísti Blákrossheimið í einum tíðindaskrivi á, at ung heilt niður í 12 ára aldur misnýta rúsdrekka og rúsevnir, og at trupulleikin bæði er álvarsamur og átrokandi. Hetta eiga vit at gera nakað við, og Djóni Nolsøe Joensen heldur, at vit við fyrimuni kunnu leita eftir íblástri úr Íslandi, har tey hava góðar royndir á økinum.


Fyri nøkrum árum síðani var trupulleikin við rúsdrekka og rúsevnum í Íslandi ógvuliga stórur, og í 1999 tóku myndugleikarnir stig til at venda gongdini. Lógirnar vórðu broyttar soleiðis at aldurmarkið fyri at keypa tubakk bleiv 18 ár, alkohol 20 ár og eisini varð ein lóg sett í gildi, sum bannar ungum millum 13 og 16 ár at vera úti aftaná klokkan 22. Hesar lógirnar eru enn galdandi.


Í dag er rúsdrekkanýtslan millum ung í Íslandi lægst í Evropa. Gransking vísir, at talið av 15-16 ára gomlum, sum høvdu verið full seinasta mánaðin minkaði úr 42 % í 1998 til 5 % í 2016, talið av ungum, sum hava roynt cannabis minkaði úr 17 til 7 %, og talið av ungum, sum roykja hvønn dag minkaði úr 23 til bara 3 %.


- Eg veit, at hetta er rættiliga umstrítt, men eg dugi ikki at síggja nakað galið í, at vit eisini seta mørk á hesum økinum í Føroyum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum umframt at vera tinglimur fyri Javnaðarflokkin eisini er námsfrøðingur.


Djóni heldur ikki, at vit sum vaksin fólk eiga at látast sum einki, tá vit síggja børn, sum eru ávirkað av rúsdrekka, og minnir á, at vit hava fráboðanarskyldu á hesum økinum. Samstundis heldur hann, at seta vit líknandi átøk í verk, sum eru gjørd í Íslandi, eigur eftirlitið at vera á einum rímiligum støði.


Les meira um góðu royndirnar úr Íslandi her.