Bjarni Hammer
Lesarabræv01. august 2015
Bjarni Hammer

Vit upplýstu suðuroyingar


Tað grør um gangandi fót, og tað er hugaligt, at SEV nú av álvara fyrireikar at seta vindmyllur upp í Suðuroynni. Sum umboð fyri Tvøroyrar Kommunu í SEV haldi eg, at vit eiga at hugsa stórt. Eg vil tí kanna møguleikarnar fyri at gera eina vindmyllulund her suðuri hjá okkum - líknandi henni í Húsahaga.
Ein slík vil gera oynna grøna í orkuhøpi. Hon fer eisini at gera, at vinnulívið kann marknaðarføra seg við burðardygga hugtakinum.

Suðuroyggin hevur altíð verið ein orkuoyggj. Longu í ár 1700 høgdu teir kol, og elverkið í Botni var fyrsta elverkið í Føroyum - Vágs bygd var harvið tann fyrsta, sum hevði ravmagnsljós. Vit suðuroyingar hava tí altíð verið "upplýstir"!
Í hesum døgum er tó eitt rák, har alsamt fleiri tykjast ræðast fremmandafólk.
Tað hava suðuroyingar ongantíð gjørt. Tá vit høvdu kolavinnuna, komu fleiri ungir svenskir menn hendan vegin og teir gjørdist partur av okkum; Persson, Karlsen, Ahlen og fleiri við teimum. Teir ríkaðu suðuroyar-dna'ið, sum frammanundan var fult av kreativum sjóræranara-genum úr Algeria og Marokko!
Suðuroyggin, kanska einamest Tvøroyri og Vágur, ið á sinni drógu fólk úr øllum landinum suður at arbeiða í fiski, hevur altíð verið ein niðurseturoyggj. Fólk í hópatali leitaðu sær higar fyri at fáa arbeiði, og hetta rákið sóu vit aftur, tá stóra virkið á havnarlagnum á Tvøroyri lat upp.

SEV skal annars hava stóra tøkk fyri arbeiðið, teir gjørdu, fyri at kunna taka ímóti einum orkurisa, sum Varðanum Pelagic í Suðuroynni. Vit skulu ikki gloyma, at um SEV ikki var, ja so var heldur ongin pelagisk vinna her á landi.

Men við at hugsa enn longur og leggja lunnar undir eina vinnu í oynni, hvørs drívmegi er grøn orka, leggja vit okkum ikki einans í eitt rák, ið vindur meira og meira upp á seg kring allan heimin. Vit syrgja eisini fyri, at vinnan í oynni verður meira kappingarfør við restina av landinum. Vit hava ikki einans orkuprísirnar at dragast við - vit hava eisini eina eyka fíggjarliga byrðu fyri flutning, tí so at siga allur flutningur gongur ígjøgnum miðstaðarøkið.

Virka vit fyri at fáa orkukostnaðin niður, kunnu vit gera livikorini lagaligari hjá vinnuni her suðuri.
Hesum vil eg, sum umboð fyri Tvøroyrar Kommunu og sum suðuroyingur, virka fyri.
 
Bjarni Hammer