Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv12. februar 2019
Kristianna W. Poulsen

Viðlíkahaldið skal raðfestast hægri

Í seinastu viku handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum nýggju Samferðsluætlanina, sum er galdandi frá 2018 til 2030. Hetta er eitt sera áhugavert og neyðugt skjal, sum fevnir víða og gevur innlit í tað ovurstóra arbeiði, ið liggur í at menna og røkja eitt gott, trygt og tíðarhóskandi samferðslunet á landi og á sjógvi, sum er so avgerandi fyri okkara borgarar og okkara samfelag.

Nakað av tíðindaflutningi hevur verið um ætlanina, og serliga hevur vantandi viðlíkahaldið av vegum, brúgvum og tunlum verið umrøtt: at vegir og brúgvar treingja til viðlíkahald, og at allir tunlar eiga at verða kannaðir regluliga. Eisini útgerð til vetrarhald er í ringum standi.

Vit lesa eisini í Samferðsluætlanini, at játtanin til viðlíkahald er lutfalsliga nógv lækkað síðani 1996, tá játtanin var 2,3 prosent av samlaðu fíggjarlógini, meðan hon í 2018 var 0,9 prosent av samlaðu fíggjarlógini. Játtanin er bæði beinleiðis skorin og minkað orsakað av inflatión. Harafturat hevur ferðslan og slitið, sum fylgir við, verið vaksandi við yvir 30 prosentum tey seinastu 10 árini á ávísum teinum.

Síðani fyrst í nítiárunum, tá játtanin til viðlíkahald av undirstøðukervinum varð nógv skerd orsakað av kreppuni, er hon ikki hækkað aftur. Sambært Samferðsluætlanini hava øll øki ein átrokandi tørv á ábótum, og góða støðan í samfelagnum sæst ikki aftur í játtanini til vegakervið. Neyðug stig mugu takast til at fáa hesa álvarsligu støðu í rættlag. Tí fari eg at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning um hetta á løgtingsfundi í morgin.  

Kristianna Winther Poulsen