Lóg fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

 

I Navn og endamál

§ 1

Navn Felagsins er Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Stytt SSJ.
Stk. 2. Endamál felagsins er, at virka fyri at gera fólk kunnug við endamál javnaðarmanna, so sum skrásett er í stevnuskrá javnaðarfloksins samsvarandi tí vísindaligu lýsing um broytingar í  samfelagskipanini, sum Karl Marx hevur víst á í sínum verkum. At fylkja Føroya Fólk  um demokratisku sosialismuna í stríðnum fyri politiskum og búskaparligum frælsi.
Stk. 3. Felagið skal virka fyri javnaðarstevnuni og stilla upp til løgtings-, kommunu- og fólkatingsval.

II Limaskapur

§ 2

SSJ stendur sum felag í Javnaðarflokkinum.
Stk. 2. Øll, sum eru fylt 18 ár, og vilja fylgja lóg felagsins og stevnuskrá Javnaðarfloksins kunnu gerast limir við atkvøðurætti við at rinda limagjald sum aðalfundurin setir.
stk. 3 Øll kunnu gerast limir uttan atkvøðurætt. Tey rinda tá einki limagjald og hava ikki atkvøðurætt til fundir felagsins.
Stk. 4. Fólk  18 – 30 ára gomul, sum eru limir í Sosialistisk Ung (SU) og gjalda limapening í SU, kunnu velja at verða fullgildugir limir í SSJ uttan at gjalda limapening .
Stk. 5. Nevndin skilar sær rætt til at taka avgerð um upptøku av nýggjum limi.
Stk. 6. Limur hevur skyldu at taka við teimum størvum innan Javnaðarflokkin, felagið áleggur honum. Somuleiðis eigur hann at styðja flokkin sum álitisfólk ella stillari við almenn val og møta við valborðið.
Stk. 7. Spurningur um framhaldandi limaskap kann, um tað gerst neyðugt, leggjast fyri limafund.
Stk. 8. Ynskir limur at fara úr felagnum skal hann skrivliga boða nevnd felagsins frá hesum.

III Nevndar- og felagsfundir

§ 3

Nevnd felagsins heldur fund regluliga.
Stk. 2. Tveir nevndarlimir kunnu krevja nevndarfund.
Stk. 3. Nevndarlimir hava skyldu at møta á nevndarfundi, um teir ikki hava forfall.
Stk. 4. Møtir nevndarlimur ikki á fimm fylgjandi fundum uttan grund, fer hann úr nevndini og fyrsti tiltakslimur verður fastur nevndarlimur.
Stk. 5. Formaður felagsins stjórnar nevndarfundum.
Stk. 6. Felagsfundur skal haldast í minsta lagi tvær ferðir í fjórðingsári.
Stk. 7. Fundarstjóri skal veljast á felagsfundum.

IV Aðalfundur og eykaaðalfundur

§ 4

Ársaðalfundurin er hægsta vald felagsins.
Stk. 2. Ársaðalfundurin skal haldast í februar mánað.
Stk. 3. Ársaðalfundurin skal kunngerast limunum í seinasta lagi 14 dagar undan fundardegnum.

§ 5

Allir limir felagsins, sum eru á fundi, hava atkvøðurætt. Tó missir limur atkvøðurætt sín, tá limagjalds eftirstøðan fer út um 2 ár. Nevndin kann í einstøkum førum gera frávik, um fíggjarliga støðan hjá liminum talar fyri tí.
Stk. 2. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur.
Stk. 3. Fyri at gera lógarbroytingar krevst, at minst 2/3 av uppmøttu limunum við atkvøðurætti eru fyri.

§ 6

Uppskot um lógarbroytingar og annað, sum limir ynskja viðgjørd á aðalfundi, skulu vera nevndini í hendi – skrivliga – í seinasta lagi fýra dagar fyri fundin.

§ 7

Í nevnd felagsins sita fimm limir við tveimum tiltakslimum og tveimum grannskoðarum. Nevndin verður vald á ársaðalfundinum.

§ 8

Dagsskráin fyri aðalfundin er henda

Val av fundarstjóra

Frágreiðing frá nevndini um virksemi farna árið

Framløga av grannskoðaðum roknskapi

Innkomin uppskot

Val av 2 nevndarlimum – Ólíka ár

Val av 3 nevndarlimum – Líka ár

Val av tveimum tiltakslimum til nevndina

Val av tveimum grannskoðarum

Uppstilling til løgtingsval

Áseting av limagjaldi

Ymiskt

§ 9

Eykaaðalfundur kann haldast, tá nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá minst 25 limir skrivliga ynskja tað.
Stk. 2. Eykaaðalfundur kann boðast við styttri fyrivarni, men fylgir annars somu reglum sum aðalfundurin.

V Skipan av nevnd

§ 10

Á fyrsta nevndarfundi eftir ársaðalfundin skipar nevndin seg við formanni, næstformanni, kassameistara, miðlafólki og skrivara. Skrivarin førir gerðabók felagsins.
Stk. 2. Roknskaparár felagsins er frá 1. Januar – 31. Desember.
Stk. 3. Kassameistarin hevur ábyrgdina av ogn, bókhaldi og roknskapi felagsins.
Stk. 4. Allar óvanligar útreiðslur og útreiðslur í sambandi við val, skulu játtast skrivliga av forkvinnu/formanni ella kassameistara. Aðrir nevndarlimir kunnu fáa hesa heimild skrivliga frá forkvinnu/formanni.

VI Uppstilling til val

§ 11

Felagið stillar upp og ger vallista til øll almenn val.
Stk. 2. Fyri at kunna verða uppstillað/ur skal viðkomandi hava verið limur í SSJ, ella øðrum Javnaðarfelagi, í minsta hálvt ár, sambært lóg fyri Javnaðarflokkin. Viðkomandi, ið stillar upp, skal vátta grundsjónarmið og politikk floksins.
Stk. 3. Fyri at kunna atkvøða á uppstillingarfundi krevst limaskapur undan tí fyrsta uppstillingarfundinum. Bert tey, ið eru á fundi hava atkvøðurætt.
Stk. 4. Stillarar til valevnislistan skulu vera limir í felagnum.
Stk. 5. Aftaná hvørt kommunu- og løgtingsval nullstillast uppstillingarlistin.

VII Býráðsval

§ 12

Tríggir uppstillingarfundir skulu haldast. Á fyrsta uppstillingarfundinum hava nevnd og fundarluttakarar høvi at koma við uppskotum til valevnislistan.
Stk. 2. Millum uppstillingarfundirnar skal nevndin kanna eftir, um tey, sum eru skotin upp til valevnislistan, taka við vali.
Stk. 3. Seinasti møguleiki at koma við  uppskotum til valevnislistan er á øðrum uppstillingarfundinum. Á øðrum uppstillingarfundinum fer fram skrivlig, vegleiðandi atkvøðugreiðsla millum tey uppskotnu, sum taka við vali.
Stk. 4. Endaligur valevnislisti verður gjørdur á tí triðja uppstillingarfundinum eftir skrivliga atkvøðugreiðslu. Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at á lista við øllum uppskotnu valevnunum skal krossur setast við í mesta lagi tað tal av valevnum, sum ásett er sambært valskipanini og í minsta lagi 2/3 av talinum. Stendur á jøvnum millum valevnini, soleiðis at greiða ikki er fingin á, hvør skal vera á listanum, fer umval fram millum hesi. Stendur framvegis á jøvnum, fer fram lutakast um, hvør skal á listan.
Stk. 5. Tekur valevni seg av valevnislista, verður skipað fyri uppstillingarfundi, á hesum fundinum verður/verða írestandi valevni valt/vald. Nevndin og fundarluttakararnir hava høvi at koma við uppskotum til valevnislistan. Millum tey uppskotnu, sum taka við vali, verður atkvøtt á tann hátt, at á lista við uppskotnu valevnunum skal krossur setast við í mesta lagi tað tal av valevnum sum resta í. Stendur á jøvnum millum valevnini verður § 12 stk. 4 brúkt.


VIII Løgtingsval

§ 13

Uppstilling til løgtingsval er á hvørjum aðal- og eykaðalfundi. Hendan uppstilling fylgir § 6 í Lóg fyri Javnaðarflokkin.
Stk. 2.  SSJ uppstillar valevni til løgtingsval. Talið av valevnum verður ásett av starvsnevndini og góðkent av landsfundinum. Uppstillingin fer fram á ársaðalfundi og møguligum eykaaðalfundi hjá SSJ. SSJ hevur skyldu til at hava uppstilling á skrá á hvørjum ársaðalfundi.
Stk. 3. Um uppstillingarlistin ikki er fyltur, tá ið løgtingsval verður útskrivað, kann SSJ hava uppstillingarfund og har seta fleiri valevni á listan. Tey valevni, sum standa á valevnalista undan uppstillingarfundinum, standa ikki fyri vali á hesum fundum.
Stk. 4. Tá ið limur er komin á valevnalista til løgtingsval, verður viðkomandi valevni Javnaðarfloksins, til nýggjur aðalfundur ella eykaaðalfundur hevur ásett annað.
Stk. 5. Aftaná løgtingsval, nullstillast uppstillingarlistin.
Stk. 6. SSJ leggur valevnalistarnar fram á landsfundinum. Tað er ikki krav, at valevnini verða góðkend av landsfundinum, áðrenn tey kunnu lata seg uppstilla fyri flokkin. 
Stk. 7. Tá ið løgtingsval er útskrivað, staðfestir starvsnevndin valevnalistan. Um valevnalistin ikki er fult settur, kann starvsnevndin seta valevni afturat á listan.
Stk. 8. Á endaliga valevnislistanum skal miðast móti javnstøðu ímillum kynini.

Henda lóg er seinast broytt av aðalfundinum 18. feb. 2015