Lóg fyri Javnaðarflokkin

§1 FLOKKURIN
Navn floksins er JAVNAÐARFLOKKURIN. Flokkurin er óheftur av øllum øðrum politiskum flokkum. 

§2 ENDAMÁL FLOKSINS

Endamál Javnaðarfloksins er at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund.

§3 LIMIR

1.    Øll, sum góðtaka sosialistisku grundsetningarnar, soleiðis sum teir eru samtyktir í grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg sum lim í einum javnaðarfelag ella beinleiðis í flokkinum.
2.    Floksleiðslan kann taka limaskapin frá limi, ið  mótarbeiðir grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins ella ikki fylgir galdandi floks- ella felagslógum.
3.    Limur, sum er koyrdur úr flokkinum, kann kæra hesa avgerð til  landsstevnu /landsfund.

§4 FLOKSSTARVIÐ
Flokkurin tekur lut í øllum valum til almenn umboð.

§5 ÁLITISFÓLK
1.    Fyri at verða uppstillað(ur) til tey ymsu valini, sum flokkurin luttekur í, krevst, at viðkomandi hevur verið limur í flokkinum í minsta lagi 6 mánaðir. Sama er galdandi fyri tey álitisstørv, sum Javnaðarflokkurin á tingi og í bý/bygdaráðum velja. Undantøk kunnu bert gerast í serstøkum førum, um floksleiðslan góðkennir tað.
2.    Allar nevndir, ráð, umboð og líknandi í flokkinum verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir.
3.    Landsstýrissessir Javnaðarfloksins kunnu bert mannast við fólki, sum floksleiðslan kann góðtaka.

§6 UPPSTILLING TIL LØGTINGSVAL
1.    Limafeløgini uppstilla, hvørt í sínum lag, valevni til løgtingsval. Talið av valevnum fyri hvørt felag ella øki verður ásett av starvsnevndini og góðkent av landsfundinum. Uppstillingin fer fram á ársaðalfundi og møguligum eykaaðalfundi hjá limafeløgunum. Limafeløgini hava skyldu til at hava uppstilling á skrá á hvørjum ársaðalfundi.
2.    Um uppstillingarlistin ikki er fyltur, tá ið løgtingsval verður útskrivað, kann viðkomandi limafelag hava uppstillingarfund og har seta fleiri valevni á listan. Tey valevni, sum standa á valevnalista undan uppstillingarfundinum, standa ikki fyri vali á hesum fundum.
3.    Tá ið limur er komin á valevnalista til løgtingsval, verður viðkomandi valevni Javnaðarfloksins, til nýggjur aðalfundur ella eykaaðalfundur hevur ásett annað.
4.    Limafeløgini leggja valevnalistarnar fram á landsfundinum. Tað er ikki krav, at valevnini verða góðkend av landsfundinum, áðrenn tey kunnu lata seg uppstilla fyri flokkin. 
5.    Tá ið løgtingsval er útskrivað, staðfestir starvsnevndin valevnalistan. Um valevnalistin ikki er fult settur, kann starvsnevndin seta valevni afturat á listan.
6.    Á endaliga valevnislistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.

§7 LANDSSTEVNAN
1.    Landsstevnan verður hildin í minsta lagi fjórða hvørt ár um heystið. Stevnan er floksins lóggevandi og í øllum lutum annars hægsta vald.
2.    Á landsstevnuni koma hesi mál til viðgerðar:

  • Formaðurin greiðir frá politiska virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu.
  • Orðaskifti um frágreiðing formansins.
  • Skrivarin greiðir frá fyrisitingarliga virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu og leggur fram grannskoðaðan ársroknskap fyri flokkin.
  • Orðaskifti um frágreiðing skrivarans.
  • Frágreiðing frá feløgunum.
  • Virkisskráin.
  • Val av starvsnevnd.
  • Val av floksleiðslu.
  • Góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini.
  • Val av ríkisgóðkendum grannskoðara.
  • Áseting av limagjaldi.
  • Val av undirnevndum at ráðgeva valdu umboðunum.
  • Innkomin uppskot um lógarbroyting ella ískoyti til hennara.
  • Innkomin uppskot.
  • Ymist.
3.    Landsstevnan verður lýst við 3 mánaða freist.

§8 LANDSFUNDURIN

1.    Landsfundurin skal haldast hvørt ár um heystið, tá ið landsstevna ikki er, og er hon frásæð landsstevnuni floksins hægsta vald. Floksleiðslan kann við vanligum atkvøðumeiriluta kalla inn til eykalandsfund.
2.    Endamálið við landsfundinum er gjølla at viðgera floksins virki og politisku støðu og leggja til rættis framtíðarpolitikkin.
3.    Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
  • Formaðurin greiðir frá politiska virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu.
  • Orðaskifti um frágreiðing formansins.
  • Skrivarin greiðir frá fyriskipanarliga virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu og leggur fram grannskoðaðan ársroknskap.
  • Orðaskifti um frágreiðing skrivarans.
  • Frágreiðing frá feløgunum.
  • Val av starvsnevnd.
  • Val av floksleiðslu.
  • Góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini.
  • Áseting av limagjaldi.
  • Politiskt orðaskifti.
  • Ymist.
4.    Landsfundurin verður lýstur við 3 mánaða freist.

§9 UPPSKOT, IÐ VIÐVÍKJA LÓG FLOKSINS

1.    Uppskot um lógarbroytingar ella ískoyti til lógina, sum feløg, limir, floksleiðsla ella undirnevndir vilja hava til viðgerðar á landsstevnuni, skulu vera starvsnevndini í hendi minst 1 mánað undan ásetta stevnudegnum.
2.    Tey innkomnu uppskotini verða send feløgunum til viðgerðar 3 vikur undan landsstevnuni.

§10 UMBOÐAN O.A.M.
Landsfundurin/landsstevnan verður skipað av umboðum frá feløgunum, sum hava eina atkvøðu fyri hvørjar 10 limir. Beinleiðis limir hava 1/10 atkvøðu. Allir limir hava rætt at møta á landsfundi/landsstevnu, har teir hava talurætt.

§11 FLOKSLEIÐSLAN
1.    Floksleiðslan stendur til svars mótvegis landsfundi og landsstevnu og virkar í teirra stað millum landsfundir/landsstevnur.
2.    Í floksleiðsluni eru formenninir í valfeløgunum, limirnir í starvsnevndini, løgtingsumboðini og møgulig landsstýris- og fólkatingsumboð floksins. Haraftrat velur landsfundurin/landsstevnan eftir uppskotum frá valfeløgunum eitt umboð fyri hvørjar   byrjaðar 100 limir í valfelagnum, tó í minsta lagi eitt umboð fyri hvørt felag aftrat formanninum.
3.    Floksleiðslan skal halda fund minst tvær ferðir árliga, í mars og septembur. Um minst 1/10 av floksleiðslulimunum krevur tað, skal floksleiðslufundur haldast.
4.    Starvsnevndin kann heimila nevndarlimum í limafeløgunum og álitisfólki annars at luttaka á floksleiðslufundum við talirætti.

§12 STARVSNEVNDIN
1.    Í starvsnevndini sita formaður, 2 næstformenn – ein av hvørjum kyni – skrivari og tríggir nevndarlimir.
2.     a) Formaður, næstformenn og skrivari verða valdir hvør fyri seg.
        b) næstformenn og skrivari kunnu ikki vera fólkavald, samstundis sum tey røkja hesi álitisstørv í flokkinum.
        c) 1 nevndarlimur verður valdur  sum umboð fyri tingmanningina og góðkendur á landsfundinum.
3.    Uppskot til starvsnevndarlimir skulu vera flokkinum í hendi ikki seinni enn 3 vikur undan landsfundinum/landsstevnuni.
4.    Starvsnevndin stendur til svars mótvegis floksleiðsluni og landsfundinum/landsstevnuni og kann í hastimálum taka avgerðir millum floksleiðslufundir.
5.    Starvsnevndin hevur ábyrgdina av roknskapi Javnaðarfloksins.
6.    Flokkurin verður bundin fíggjarliga við undirskrift formansins saman við undirskrift skrivarans.
7.    Fer starvsnevndarlimur frá í starvstíðini, setur floksleiðslan avloysara í hansara stað til næsta landsfund/landsstevnu.

Soleiðis samtykt á eykalandsstevnu 15. mai 2010

Kalendari

«2010»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

J-Varpið

Flash 8+ og JavaScript kravt.
Kristoffur Gaardlykke Eyðgunn 3 februar 2010 Eyðgunn 181109 Formansrøða_1 Formansrøða_3 Formansrøða_2 Formansrøða_4 Nita Næs
Vís fleiri

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar