Jens Arni Leo Hammerfoss
Lesarabræv09. juli 2021
Jens Arni Leo Hammerfoss

Bankanna samfelagsandi er deyður

Sí, bankanna samfelagsandi er deyður! Og okur hava sjálvi dripið hann!

Tað líkist ongum, at Bank Nordik hækkar tænastugjøldini saman við tí, at negativa rentan verður eisini hægri og tænastur verða skerdar, samstundis sum at yvirskot og vinningurin er ovurstórur. Búskapurin og bústaðarmarknaðurin er so glóðheitur, at sjálvt tann grábeinti hevði brent seg, um hann hevði nortið við. Men bankarnir eru so ósmædnir, at teir fara eftir meiri pengum og nú beint eftir lønunum og niður í sparigrísin hjá fólki.

Eftir sita Palleba og Marsanna, sum hvørki hava ráð til hús, ella uppsparing og lønin verður skrædd burtur, so skjótt hon er á konto. At taka pengar út kostar meir, pengar innistandandi kostar, uppsparing kostar, avgreiðslur og sjálvtøkur stongdar. Hetta skulu okur bara finna okum í? Samtykkjandi tiga, meðan samfelagsandin verður myrdur? Nei, takk.

Landið eigur 1/3 av Bank Nordik. Tað vil siga, at 1/3 eiga almennu Føroyar og samfelagsgagnligt er tað so yvirhøvur ikki, men okur hava eina rødd. Tó so, hevur landsstýrið antin munnkurv ella lítlan vilja til, at gera nakað við hetta. Landið er parteigari og eigur at gera krav uppá, hvussu høg gjøldini, negativa rentan og annað er, ella um tað heilatikið skal vera har.

Tað er ein mannarættur at fáa lønina út, uttan at tað kostar at hava hana standandi, ella at taka lønina út, uttan avlát til bankan fyri kontur okra. Okur eru vorðin gíslar hjá bankunum fyri at hjúkla um íleggjarar og partaeigarar.

Okur mugu hava aðra loysnir og tað beinanvegin, áðrenn borgarin verður trælkaður meira undir stóra og tunga fótin hjá bankunum. Okur mugu stovna eina almenna lønarkonto og tað er nú ein gyltur møguleiki við nýggju KT loysnini í Samleikanum. Upplagt er eisini, at okur stovna ein almennan banka ella bústaðarbanka, so at vanliga fólkið hevur ein kjans at taka lut í samfelagnum.