Hans Jacob Thomsen
Lesarabræv08. august 2019
Hans Jacob Thomsen

Arbeiðsmarknaðurin eigur at endurskoðast

Vit eru noydd at góðtaka, at tað kunnu vera kropsligar og sálarligar avmarkingar, sum avgera, hvat ein full arbeiðsvika er.

Løgtingsval 2019

Vit kunnu ikki longur látast sum, at verandi skipan av arbeiðsmarknaðinum er tíðarhóskandi. Vit mugu viðurkenna, at krøvini eru ymisk, og at treytirnar tí eisini kunnu vera ymiskar.

Vit kunnu ikki longur einans lata sólina og kalendaran avgera, hvat ein arbeiðsvika er, ella billa okkum inn, at ein full arbeiðsvika eigur at vera tað sama fyri allar starvsbólkar.

Vit eru noydd at góðtaka, at tað kunnu vera kropsligar og sálarligar avmarkingar, sum avgera, hvat ein full arbeiðsvika er.

Vit mugu steðga við jagstranini eftir tí skjóta løtuvinninginum og veruliga hugsa um, hvussu vit fáa sum mest burtur úr í longdini. Kostnaðurin kann ikki vera ein undanførsla, tí vandi er fyri nógv størri kostnaði í hinum endanum.

Tað finnast nógv dømir um, at fyritøkur hava broytt arbeiðstreytirnar og fingið rættiliga nógv meira burturúr. T.d. eru fyritøkur, sum hava stytt arbeiðstíðina niður í 4 dagar, og afturfyri eru sloppin av við sjúkradagar, fingið glaðari starvsfólk, og ikki minst fingið effektivari starvsfólk. Aðrar fyritøkur hava býtt arbeiðsdagin upp í 2 ferðir 6 tímar, frá 6 til 12 og 12 til 18, har tær afturfyri hava opið í 12 tímar í staðin fyri 8, men starvsfólkini bara arbeiða 6 tímar um dagin.

Gransking innan økið vísir eisini, at nógv fólk við vitanarstørvum fáa líka nógv burturúr uppá 4 dagar, sum tey fáa uppá 5 dagar, tí tey verða betri fyri, umframt at sjúkradagar minka.

Eg var til ein frálíkan fyrilestur hjá Heilsurøktarafelagnum, har tey m.a. vístu á, at sera fáir av teirra limum arbeiða fulla tíð, tí tað er ov strævi antin kropsliga ella sálarliga.

Í slíkum førum mugu vit tora at siga, at um ongin orkar at arbeiða meira enn t.d. 35 tímar, so má tað merkja, at 35 tímar skal vera ein full arbeiðsvika. Vit mugu eisini tora at siga, at um t.d. náttararbeiði er tyngri enn dagligt arbeiði, so má ein tími um náttina telja meira enn ein tími um dagin.

Tað finnast nógvir ymiskir fakbólkar við ymiskum tørvi, tí mugu vit eisini broyta hugsan um arbeiðsmarknaðin og tora at viðgera hann við atliti til hvønn einstakan bólk.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at arbeiðsmarknaður er so nógv meira enn tíð og pengar, og hóast hesir báðir parametrarnir sum oftast verða brúktir til at seta treytirnar fyri arbeiðsmarknaðin, eru onnur fyribrigdi, sum t.d. at starvsfólk lyfta ov tungt ella røra seg ov lítið, ella arbeiðsumstøður yvirhøvur, sum kunnu gera eins stóran mun.

Tíðin komin at endurskoða arbeiðsmarknaðin – til frama fyri bæði vinnu og fólk.

Hans Jacob Thomsen, valevni fyri Javnaðarflokkin