Jóhannis Joensen
Lesarabræv03. august 2019
Jóhannis Joensen

Bústaðartørvurin má nøktast

Løgtingsval 2019

Stóri fólkavøksturin og hugurin at leiga út til ferðafólk hevur elvt til stóran tørv á bústøðum kring landið.

Átøk við skattalætta til langtíðarúleigu er ein bati, men enn er langt á mál.

Her skulu fleiri átøk gerast. Ynskja vit ein javnan fólkavøkstur kring alt landið, má virkast fyri, at leigubústaðir verða bygdir í øllum økjum av landinum. Her eiga landsmyndugleikar og kommunur í felag at skapa loysnir.

Bústaðarmarknaðurin skal vera fjølbroyttur, soleiðis at m.a. stakir uppilhaldarar, ungar barnafamiljur, førleikaskerd og eldri kunnu seta sær búgv. Fleiri eigara- og leiguíbúðir, eldraíbúðir, lestrar- og lutaíbúðir skulu byggjast. Almenna bústaðarfelagið átti at fingið loyvi til at veita veðrætt, so at fólk við gjaldsevnum, kunnu skapa sær eina tilveru í leigubústøðum.

Landsmyndugleikar eiga at bera so í bandi, at bústaðir eru so mikið bíligir, at fólk innan lægstu inntøkulønarbólkar hava ráð til at leiga teir. Bústaðarstuðul (boligstøtte) skal vera ein møguleiki hjá teimum, sum eru ringast fyri.

Eg vil virka fyri, at bústaðartørvurin verður nøktaður kring alt landið.

Jóhannis Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin