Bjarni Hammer
Lesarabræv27. august 2015
Bjarni Hammer

Einki grenj um suðuroyarleiðina!

Gjaldið fyri at hava bil við Smyrli má javnsetast við at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar.


Hvussu ofta hoyrir tú ikki fólk norðanfyri Skopunarfjørð siga, at tey altíð og stund hoyra suðuroyingar og sandoyingar grenja um Smyril og Teistan.


 Duga hesi fólkini einki annað enn at at krevja og at forlanga, hoyrir tú tey spyrja.


 Hvør skal gjalda, um ferðasambandið skal verða betri, spyrja tey eisini.


Men tað eru rættiliga nógv, ið ikki skilja, at Smyril og Teistin veruliga eru lívsæðrin hjá Suðuroynni og Sandoynni. Farleiðin er vital. Allur okkara eksistensur er tengdur at góðum flutningsambandi. Alt okkara vinnulív og ítróttarlív er baserað uppá hesi skip.


Ein vágamaður ella klaksvíkingur, sum fer gjøgnum tunlarnar fyri at sleppa av oynni og heimaftur, rindar kr 100,- fyri bilin og seg sjálvan. Harumframt kann hann fylla bilin við vaksnum og óvitum – púra ókeypis.


Okur suðuroyingar rinda kr 225,- fyri bilin og bilføraran - og harafturat 80,- fyri hvønn ferðandi. Her er mismunur so tað forslær.


Gjaldið fyri at hava bil við Smyrli má javnsetast við at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar.  Ójavnin má steðgast.


Ferðaseðlaprísurin skal lækka. Og tað letur seg væl gera.


Prísurin á olju er til dømis lækkaður nógv seinastu tíðina, og vánir eru um, at hann verður enn lægri. Men tað hevur ikki ávirkað prísin á ferðaseðlum.


Her er ein stór uppgáva hjá næsta vinnumálaráðharranum, sum eg vóni og vænti kemur úr Javnaðarflokkinum!


Eg vil nýta høvi at takka manningunum á Strandferðaskipunum, sum dag út og dag inn samvitskufult røkja sítt arbeiði. Hesum fólkum, sum eingin unnaði eina samsýning fyri at sigla um jólini.


Verði eg valdur, fari eg at leggja doyðin á arbeiðið við samferðsluni til Suðuroynna.

Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin