Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv03. mai 2019
Eyðgunn Samuelsen

Góða Elsebeth, børnini eru avgerandi

Arbeiðarin hevur somu rættindi til sosialar skipanir, sum tey, ið eru lesandi ella á forsorg. Tað eru børnini, sum eru avgerandi fyri upphæddirnar. Samgongan vil tryggja, at øll børn í Føroyum, uttan mun til um foreldrini eru arbeiðarar ella lesandi, skulu hava somu góðu umstøður í barnaárunum.

Løgtingið hevur í hesi vikuni samtykt, at familjuískoytið til familjur og stakar uppihaldarar við lágum inntøkum verður hækkað, og at kvinnur og børn, ið eru á Kvinnuhúsinum, nú eisini hava rætt til familjuískoyti. Eitt uppskot, sum eg sum landsstýriskvinna, eri sera fegin um.

Men tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ikki. Hon heldur ikki, at lágløntar barnafamiljur skulu hava meira. Lat meg byrja við at minna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á, at vit bara skulu fá ár aftur í tíðina, tá meginparturin av støkum uppihaldarum fóru av landinum, tí tað ikki vóru umstøður til at uppala børnini her á landi. 

Fólkaflokskvinnan fýlist á, at tað ikki longur loysir seg at arbeiða. Hon samanber ein arbeiðara uttan børn við ein stakan uppihaldara við trimum smábørnum. Góða Elsebeth, tað avgerandi í hesi myndini eru børnini. Ein stakur uppihaldari við trimum smábørnum og eini arbeiðsmannaløn hevur akkurát somu rættindi til barnafrádrátt, pápapengar, frípláss, familjuískoyti o.s.fr. Hetta eru alt skipanir, sum øll hava rætt til, uttan mun til, um talan er um ein lesandi, arbeiðandi ella fyritíðarpensjónist. Tað eru børnini sum gera av, um persónurin hevur atgongd til skipanirnar.

Jú tað er framvegis soleiðis, at tað loysir seg at arbeiða. Men tað er rætt, at tað við broytingini verður minni munur millum útgjaldið hjá einum lesandi uppihaldara og einum arbeiðandi uppihaldara. Vónandi hevur hetta við sær, at færri halda seg aftur at fara at lesa, hóast tey hava fingið børn. Tað skal eisini loysa seg at fáa útbúgving. Og børnini skulu ikki vera við sviðusoð, tá foreldrini nema sær útbúgving. 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum