01. mai 2019

Góðan altjóða arbeiðaradag

Í dag hátíðarhalda vit altjóða arbeiðaradagin. Minnast tey, sum undan okkum hava stríðst. Og minna okkum á, at stríðið ongantíð er av.

Arbeiðsloysið er metlágt og framleiðslan methøg í løtuni. Tað gongur væl í samfelagnum, og vit vilja varðveita góðu gongdina. Tað gera vit við at føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, og tað gera vit eisini við at framtíðartryggja arbeiðsmarknaðin. 

Í tøttum samstarvi við fakfeløgini vil Javnaðarflokkurin áhaldandi vera við til at tryggja góð og virðilig kor á arbeiðsmarknaðinum. Í felag skulu vit millum annað fyribyrgja sosialari dumping, stremba eftir, at eingin doyr ella fær álvarsaman skaða á arbeiðsplássinum og meta um, hvørt vit eiga at stytta arbeiðsvikuna. 

Góðan altjóða arbeiðaradag