Bjørg Dam
Lesarabræv11. juli 2019
Bjørg Dam

Góðu verðurlagsverkfallsfólk!

Hettar er higartil besti dagur á árinum, sólin skínur, tað er langi fríggjadagur og øll eru smílandi og glað. Men tað sum vit fylkjast um í dag eru veðurlagsbroytingar á jørðini, og tað er hvørki jaligt, gleðiligt ella behagiligt at røða um. Men veðurlagsbroytingar eru, og skal lív verða lagað okkara børnum, so krevjast óbehagiligar avgerðir, politiskar broytingar og broytingar hjá tær og mær. 


Hevur tú roynt at verða ordiliga ordiliga bangin. At hava hjartabankan, sveitta og bara hava ta einu ræðuligu myndina í høvdinum alla tíðina, tann eina tankan sum melur runt og runt. Líkamikið hvat tú gert og hvønn veg tú vendir tær, so fylgja ræðuligu tankarnir og myndirnar við. Hettar er angist. Í dag stúra alt fleiri børn og ung um framtíðina, um hvat globala upphitingin fer at gera. Hvat dálking og yvirnýtsla av náttúrutilfeinginum fer at gera. Tey hava eco-anxiety, umhvørvisangist. 


Svenska Greta Thunberg er orsøkin vit eru savnaði her í dag. Sjálvt um hon einans er 16 ár, so hevur hon longu skrivað seg í søgubøkurnar, tí hon í august í fjør setti seg uttanfyri svenska Ríkisdagin við einum skelti, har tað stóð "skolstrejk för klimatet". Tí, sum hon segði, hví skuldi hon ganga í skúla og útbúgva seg til eina framtíð, sum kanska ikki er. Hví skal hon læra fakta, tá týdningarmiklastu fakta, ikki hava týdning fyri samfelagið? 


Her sat hon hvønn dag fram til valið. Eftir valið hevur hon streykað hvønn fríggjadag, og so við og við hava onnur kring allan heimin tikið undur við hennara veðurlagsverkfalli. 


Greta fekk depression og angist tá hon varð bara 11 ár. Hon fekk trinnar diagnosur m.a. Aspergers, ið er eitt slag av autismu og hon sigur, at hon sær heimin svart ella hvítt. "Entin røkka vit okkara málum, ella gera vit ikki". Hon sigur sjálv, at tað er Aspergers, ið er orsøkin til at hon sær tað sum er skeift við okkara skipanum, og at tað er Aspergers sum ger, at hon ikki bara spælir eftir teimum sosialu reglunum, sum vit onnur gera. 


Eftir at hon merkti umhvørvisbroytingarnar á egnan kropp, tá skógareldar og hitabylgja herjaði í Svøríki í fjørsummar, so valdi hon at fara í veðurlagsverkfall við tí kravi, at Svøríki skal lækka CO2 útlátið sambært París sáttmálanum. 


Tað er ræðslan og óttin fyri at hon og børnini í dag onga framtíð hava, sum fær hana at handla. Sum hon sigur "I don’t want you to be hopefull, I want you to panic".
Greta verður samanborin við Pippi og Joan de Arc. Hon er júst komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini við mest ávirkan í 2019. Hon er innstillað til Nobel heiðurslønina og hon ferðast víða, har hon talar fyri heimsins leiðarum. 


Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík, klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja heimin, enn tey sokallaðu normalu. Í hesum fólkum hava vit eitt týdningarmikið tilfeingi, sum tó krevur at samfelagið megnar at lofta teimum, og geva eitt nú børnum við autismu, ADHD og øðrum diagnosum ta rúmd, tillagingar og hjálp sum krevst. 


Í mínum barnaárum í 1980’unum varð tað ikki umhvørvið vit vóru stúrin um, tí tá var tað kalda kríggið og atombumburnar í fylti tíðindini, og tað vóru russar vit ræddust mest. Tó umhvørvi og dálking ikki fylti serliga nógv tá, so hevur tilvitið altíð verið har. Eg minnist ikki hvat tað var sum gjørdi tað, men tá eg var umleið 15 ár gavst eg at vaska hárið við sjampo og balsam í eitt ár ella so tí eg varð bangin fyri at kemikaliuni oyddi lívið í sjónum. Í dag klúgvi eg maskinuppvaskitablettirnar í helvt, tí uppvaskimaskinan er bert hálva stødd. Vit eiga ikki at brúka meir enn neyðugt, og alt ger mun!


Eins og eg gjørdi tá, so stúrir Greta fyri sínari framtíð. Í mun til okkara stúran 1980’unum, so hevur hon merkt umhvørvisbroytingarnar á egnan kropp, og hon veit, at tað er okkara framleiðsla og nýtsla, sum ávirkar umhvørvið og lívið á jørð. Hon heitir á okkum øll, um at gera okkara til at røkka málinum. 


Eg hevði ynskt, at eg var líka so djørv sum Greta. Hon sum megnar at seta umhvørvi á dagsskrá á ein heilt nýggja hátt, sum er út frá sjónarhorninum á stúrandi børnum. Hon megnar at reisa eina fylking á fleiri milliónir børn, ung og gomul bara uppá nakrar mánaðir. 
Tíbetri hevur hon fingið heimsins leiðarar at lurta. Vónandi fær hon eisini heimsins leiðarar, okkara politikarar og hvønn einstakan av okkum eisini at handla. 


Kravið til okkara er, at seta tiltøk í verk, soleiðis at hitin á jørðini ikki skal hækka meir enn 1,5 stig næstu 50 árini.


Nógv hava tosað um umhvørvið áðrenn Greta. Hví er tað júst hana vit hoyra? Hví er tað júst hon, sum slær í gjøgnum - Orsøkin er helst tí, at hon talar til okkara foreldrainstinkt, og tí vit innast inni vita, at mátin vit liva í dag, er ein hóttan ímóti framtíðini hjá okkara børnum. At okkara børn eru hótt fær okkum at lurta. 


Eg takki fyri at hava fingið møguleikan at geva mítt íkast til veðurlagsverkfallið og verða við til at stuðla og fremja neyðugu broytingarnar. Takk fyri at so nógv tykkara eru møtt og 1000 takk til fyriskiparnar, ið hesaferð fyriskipa 16. veðurlagsverkfallið á rað.

Spurd "er Svøríki ikki ov lítið og týdningarleyst í umhvørvisspurninginum í heimshøpi?" - so svarar Greta: "you are never to small to make a difference". 


Føroyar er lítið, men hóast tað skula vit sjálvandi taka ábyrgd og vísa globalt umhvørvissamhaldsfesti. At vit eru lítil, er ein fyrimunur fyri at kunna umstilla samfelagið skjótt, og verða fyrimynd fyri størri londum og tyngri skipanum. Á øllum fláum í samfelagnum skula vit taka ábyrgd og lóggeva, upplýsa, píska og geva gularót, fyri at vit kunnu røkka setta málinum sum skjótast. 


Hvat verður so gjørt her heima og í okkara egnu kommunu? 


Sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu og sitandi í umhvørvisnevndini havi eg sjálvsagt nøkur hjartamál innan umhvørvið, sum fylla nógv hjá mær, og sum eg havi raðfest at arbeiða við. Eg fari at greiða eitt sindur um 5 teirra, sum øll eru við til at minka um útlát og dálking. 
Málini eru:
1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla. 
2: Bussleiðin 
3: Fótgangarateigar
4: Burðardygg orka og oljutangar 
5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs

Aftur til mál nummar 1: Heimsmál nr. 12 er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Tíverri, so eru vit nøkur forbrúkarasvín. Tað er eingin penur máti at siga tað uppá! 
Vit hava ein keypi og blaka burtur mentalitet sum er øðiligur. 

Nýtslan økist ár eftir árum. Vit innfluttu 10% fleiri vørur í 2018 enn í 2017. Seinastu 10 árini er innflutningurin vaksin úr 5,0mia upp í 7,7mia. Vørur úr Kina og Asien er farnar úr knappar 450 mil. til næstan 800 mil. Okkara forbrúk hevur ongantíð verði størri. 

Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 95% av árinum, nátt sum dag. Býráðið leitar í hesum døgum eftir einari loysn, einari nýggjari brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti er linierur og gongur beint uppeftir. Brennistøðin kann sjálvsagt ikki brenna meir. 

Er hettar ikki visionertleyst og at gera einki við høvuðstrupulleikan? Hví ikki heldur politiskt siga, at vit minka burturkasti við eini 20% ella 50%! 


Hetta við, at vit skula keypa minni, keypa betri og longrihaldandi vørur, brúka tær longri og endurnýta. Tað nýggja er, at vøran skal eisini verða lætt skiljast sundur aftur í ráðevni, soleiðis at hon kann endurnýtast aftur. 


Vit skula skilja burturkasti so minni endar í brenniovninum. Lívrunnið skal skiljast til biogassverkið og vit skula verða nógv nógv betri til at skilja eltól, plast, pappír, metal o.s.f. soleiðis hesi avmarkaðu og dýrabaru ráðevni verða verandi í umferð. 


Mál nummar 2 er Bussleiðin. Kollektivur flutningur er umhvørvisbetri, men bert um nógv koyra við! Tí skal bussleiðin verða super góð! Beint nú, halda vit ondina eitt sindur, tí sum flest øll vita, so er nýggj bussleið komin. Um hon er betri ella skal tillagast ella vendast aftur, muga vit bíða til eftirmetingarnar hava verið. Bussleiðin skal verða góð og brúkbar. Hon er loysnin ikki einans uppá parkeringstrupulleikarnar í býnum, men er eisini við at minka um dálking og útlát. 


Mál nummar 3 er um fótgangarateigar. Skula fleiri velja bilin frá, má tað verða trygt at ganga. Okkara bilpark veksur við einum 1500 bilum um árið! - Í dag er ferðslan so nógv, at fleiri hætta sær ikki út at ganga. Skula vit tora at lata børnini ganga og taka bussin, so skal tað eisini verða trygt at ganga yvir um vegin. Hugburðurin til gongufólk og gonguteigar er ikki góður í Føroyum. Stendur tú og roynir at sleppa yvirum ein veg, har eingin gonguteigur er, so er tað hættisligt og ikki fyri illa gongd ella børn. Tí skal kommunan og landið eisini verða við til, at gera fleiri gonguteigar og nútímansgera teir, soleiðis at teir eru nógv sjónligari, upplýstari og tryggari at ganga yvir um. At fleiri ganga, minkar sjálvsagt eisini um dálking og útlát.


Fjóðra og næststeinasta málið er um orku og oljutangar. Sera nógvir oljutangar eru blivnir skiftir og skula skiftast í nærmastu framtíð sambært kunngerð nr. 124 frá 2018. Leystliga mett, er talan um einar 1500 tangar, bert í Tórshavnar kommunu. Tíverri eru burðardyggari orkuloysnir nógv dýrari enn at skifta oljutangan. Tí velja tey flestu at skifta tangan og halda áfram við oljuni. Hóast umhvørvisliga hevði tað verið nógv betri, um tey skiftu til varandi orku. Brúka tey 2L olju um dagin 365 dagar um árið er talan um knappar 1,1mil L um árið. Tá tú hevur inviserað í ein nýggjan oljutanga, fert tú hægst sannlíkt at brúka hann í einari 30-50 ár. Tí eiga vit sum skjótast, at seta tiltøk í verk, soleiðis tað verður nógv lættari at velja grøna orku. 


Tíverri er hjálpin sein á veg. Hvørki land ella kommuna hava gjørt nógmikið fyri at eggja fólki at skifta yvir til grøna orku. Okkurt er gjørt, men tann besta hjálpin hevði verið, at bjóða eitt bíligt lán yvir langa tíð, soleiðis at ein ikki skuldi leggja einar 80-100t krónur á borðið í einum. Fyri landið hevði tað loyst seg fíggarliga og á umhvørvisrokniskapinum. Fíggjarliga er minni innflutningur av orku er positivur fyri handilsjavnan. Fingu fólk sær hitapumpu, jarðhita ella fjarðhita, vóru pengarnir í Føroyum, ístaðin fyri, í lummunum hjá onkrum risaoljufelagi í útlandinum.. 


Eitt annar stórur umhvørvistrupulleiki sum fyllir nógv hjá okkara børnum, er plast og órudd í náttúruni. Hettar er 5. og seinasta punkti. Men, hví finna vit okkum í, at so nógv órudd liggur og flýtur. Hettar er stór hóttan ímóti djóralívið, margfeldi og okkara egna lívið. Her má lógarsmíðarnir taka pískin fram. Tað finst einans ein rættvísur dómur fyri at blaka órudd í náttúruna, og tað er at skula rudda tað og annað órudd uppaftur. Tí er loysnin ímóti hesum óruddi, at tey sum órudda og blaka í náttúruna skulu revsast við samfelagstænastu. Tey skula út at taka órudd upp í t.d. 21 dagar. 


Hettar vóru míni úrvaldu 5 mál. Tey eru bert ein pinkalítil partur av stóru heildini, sum øll hava týdning. 


At stúrast fyri framtíðini hava umhvørvisangist skal ikki verða lagnan hjá okkara børnum. Einasta viðgerðin er vónin. Vónina fáa vit, um tað  verður handla. Vit skylda okkara børnum at handla og skapa tær broytingar, ið eru neyðugar fyri at tálma veðurlagsbroytingunum. 


Takk fyri!