Djóni N. Joensen
Lesarabræv08. august 2019
Djóni N. Joensen

Hvørjar Føroyar?

Hesin spurningurin er avgerandi, nú valið er útskrivað. Hvørjar Føroyar ynskja vit okkum? Fyri at finna svarið, mugu vit fyrst hugsa um, hvat er at velja millum. 


Løgtingsval 2019

Menniskjan hevur lyndi til at gloyma nokso skjótt. Nú tíðirnar hava verið framúr góðar, kann tað vera torført at minnast, hvussu støðan var fyri bara fýra árum síðani. 

  • Tá flatskatturin við harraboðum bleiv trýstur ígjøgnum 
  • Tá vit sóu mótmælisgongur og sakarmál um ivasomu viðurskiftini hjá táverandi fíggjarmálaráðharranum og formanni Fólkafloksins.
  • Tá keyp og søla av kvotum og fiskirættindum millum somu fáu eigarar var gerandiskostur – og ongin annar hevði nakran møguleika at luttaka.  
  • Tá vit høvdu ein løgmann, sum á tingsins røðarapalli bedýraði, at hann ikki hevði verið partur av CIP-málinum - sum hann so kortini vísti seg hava verið.
  • Tá dulda dagskráin viðvíkjandi Eysturoyartunnlinum mundi skuldarbundið fleiri komandi ættarlið, og vit sóu eitt totalt sensurerað CIP-skjal, sum lá frammi í SMS.
  • Tá politiska skipanin í áravís bara lat standa til viðvíkjandi neyðugum nýskipanum innan fiskivinnu, heilsuverk, pensjónir og borgarlig rættindi.
  • Tá gjógvin millum rík og fátøk frá 2009 støðugt vaks sambært hagfrøðingi á Hagstovuni. 

Tað var ikki so løgið, at fólkið valdi eina øðrvísi kós. At tey ynsktu einar javnari, samhaldsfastari og rúmligari Føroyar. At tey ynsktu politikarar, sum tordu at gera nakað við øll tey mongu týðandi málini, sum vórðu súltað í so nógv ár.

Nú eru nýskipanirnar loksins framdar. Nakrar hava verið meiri umfatandi enn aðrar, og allar eru ikki komnar í endaliga legu. Men stóra takið er nú tikið. 

Fleiri hava nú fingið møguleikan í fiskivinnuni, og virðini koma í nógv størri mun øllum samfelagnum til góðar. 

Positiva gongdin fer at prógva seg enn sterkari komandi árini, tá tølini fyri 18 og 19 verða skrásett og hækkingarnar hjá sperdum barnafamiljum, fyritíðarpensjónistum og teimum við lægstu pensjón, koma við í hagtølini. 

Hetta er at fegnast um. Tí tey allar flestu munnu vera ímóti, at ovastu 4% skulu forvinna nógvar ferðir meiri um árið enn øll samlaða restin av fólkinum, sum hagfrøðingurin hjá Hagstovuni vísti á við gongdini frá 2009.

Skal gjógvin millum rík og fátøk vaksa ella minka? 

Men nú valið stundar til eru kortini summi, sum staðfesta, at tey vilja bakka aftur. Nýskipanirnar skulu rullast aftur til støðuna, sum hon var, tá øll vistu, at okkurt mátti gerast, men eingin tordi at gera nakað. Tá stóra gjógvin ímillum rík og fátøk varð grivin við flatskattinum.

Summi siga nú aftur hart og týðiliga, at bara tey fáu skulu eiga, forvinna av og umsita okkara fiskitilfeingi. Tey vilja somuleiðis taka vunnin borgarlig rættindi aftur frá okkara minnilutabólkum. 

Tíbetur fáa hesi valevnini einki broytt av sær sjálvum, sama hvussu tey leika í nú. 

Tíbetur er tað føroyski veljarin, ið ger av, hvør kósin komandi fýra árini skal verða.

Sjálvur bjóði eg meg fram á sterka javnaðarlistanum. Og hjá mær valdar eingin ivi. Eg havi eg á ongan hátt gloymt, hvørjum ruðuleika vit komu frá - og hvørjar broytingar eru framdar til tað betra seinastu fýra árini. 

Eg fari at arbeiða fyri verandi samhaldsfasta politikki, har vit í felag styrkja okkara dagstovnar, fólkaskúla og heilsuverk. Har øll geva sítt íkast. Har vinnan fær bestu karmar at virka undir - og vit samstundis eisini hava fígging at fremja lyftini um eitt styrkt vælferðarsamfelag í verki. 

Nøkur av mínum hjartamálum eru:

  • At áseta eitt minstamark fyri, hvussu nógv vaksin eru um barnið á dagstovnaøkinum
  • At nýggja Barnaheimið verður bygt liðugt 
  • At samtykkja vælferðarlógina
  • At fáa fleiri bústaðir kring landið - eisini til tey við serligum tørvi
  • At styrkja fyribyrgingarpartin enn meir og geva rúsevnisviðgerðarstøðunum betri sømdir
  • At reka ein familjuvinarligan politikk, ið gevur meira tíð saman við børnunum
  • Multihøll til ítróttin - og frístundakort til øll børn og ung undir 18 ár

 

Hvørjar Føroyar vilt tú hava?

Til spurningin »Hvørjar Føroyar« er mítt greiða svar, at vit skulu ikki gera skipanir og lógir við tí endamáli, at tey ríkastu skulu forvinna meiri. Vit skulu gera okkara skipanir og lógir fyri at styrkja familjurnar og lofta teimum veikastu. 

Vit menniskju gloyma mangan so skjótt. Men hugsa vit okkum eitt lítið sindur um, munnu flestu okkara kortini minnast ónøgdina um ójavnan, sum valdaði undir undanfarnu samgongu. 

Spyrja vit »Hvørjar Føroyar?« munnu allir vanligir føroyingar svara, at teir ynskja einar Føroyar við samhaldsfesti, frælsi og javnaði. Vit ynskja okkum einar Føroyar fyri øll - ikki at enda aftur í teirri ruðuleikakendu støðuni, sum valdaði fyri fýra árum síðani. 

Flestu vanligu føroyingar ynskja framhald heldur enn afturhald – og tí borgar Javnaðarflokkurin fyri. 

 

Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin