Heðin Mortensen
Lesarabræv27. august 2015
Heðin Mortensen

Ikki fleiri arbeiðspláss úr Havnini !

At flyta arbeiðspláss úr Havnini fyri at bjarga útjaðaranum tykist vera loysunarorðið hjá flestu valevnum hesaferð. Lat tað vera púra vist – tað kemur ikki uppá tal !

Hesi somu valevni ætla - eftir at stovnar og arbeiðspláss eru flutt úr Havnini – at fíggja trivnað og tænastu um landið við útjavning frá høvuðsstaðnum.

Javnaðarflokkurin vil, at øll øki í landinum skulu hava javnbjóðis fortreytir at mennast. Javnaðarflokkurin vil eisini hava eitt solidariskt býti av virðunum í Føroyum. Men skulu vit tosa solidaritet, so mugu allar inntøkur og skattaágóði av øllum virksemi roknast við. So má eisini takast við, at triðja hvør króna, forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. Ella at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum alment stýrdum vinnugreinum enn Havnin. Sum er koma bara 5% av lønarinntøkunum í Suðurstreymoy frá fiskiídnaði. 

Í løtuni verða allir hugsandi fótonglar lagdir fyri vinnumenning í høvuðsstaðnum. Eg kann sum dømi nevna útbyggingina av Tórshavnar havn, sum skal framtíðartryggja livilíkindini hjá um 700 familjum í Suðurstreymoy. Ella Landssjúkrahúsið, sum er undir so trongum korum, at starvsfólk í stórum tali flýggja uttanlands at arbeiða, tí arbeiðstreytir og arbeiðsumstøður eru so út av lagi vánalig.

Okkurt valevni spurdi, um eg fór at verja tað, sum Havnini tilkemur. Onki kann vera meira púra vist enn tað. Ongin sleppur við mínum vilja at flyta arbeiðspláss úr Havnini, ongin sleppur heldur at javna út, uttan so útjavningin er rættvís og kann renna báðar vegir, og ongin sleppir snikkaleysur at niðurlaga nakran almennan stovn í høvuðsstaðnum, hvørki Tórshavnar havn, útbúgvingarstovnar ella Landssjúkrahúsið.

Takið ikki feil: Hóast tað ljóðar so á meira enn øðrum hvørjum valevni, so byggja vit ikki land við at flyta arbeiðspláss – hvørki ein veg ella annan veg. Vit byggja land við at finna og skapa nýggjar møguleikar, allastaðni kring landið. Tí fari eg at stríðast fyri, hvønn einasta dag.

Men sum goragangurin er – bæði frá nógvum sum sita á tingi og frá fleiri, sum vilja sleppa inn á ting – so trúgva tey flestu eftir øllum at døma ikki uppá lív og vøkstur í Føroyum. Tey munnu síggja Føroyar sum eitt beinarað, tá tey bara fyrilitaleyst ætla at hála sum mest og sum skjótast til sín og síni.

Tí er støðan henda: Ein rødd úr høvuðsstaðnum – at umboða 41% av Føroya fólki - vantar í ólukkumát á løgtingi. Bæði fyri at bjarga høvuðsstaðnum og fyri at bjarga Føroya landi.

Hugsið um tað 1. september.

Heðin Mortensen