Tíðindi26. apríl 2019

Ingilín D. Strøm heldur røðu í Vestmanna

Valevni okkara Ingilín D. Strøm heldur 1. maidagsrøðu í Vestmanna í ár. Tiltakið byrjar kl. 16 á Reyða Torginum.

Ingilín D. Strøm, løgtingsvalevni

Mikudagin kl. 16 verður 1. maidagshald á Reyða Torginum í Vestmanna, og millum røðararnar verður valevni okkara Ingilín D. Strøm

Hinir røðararnir verða Herálvur Jacobsen, fyrrverandi fakfelagsformaður og Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi. 

Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags, verður fundarleiðari og Vestmanna Hornorkestur spælir. Eftir fundin bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn í felagshúsunum beint við.

Øll eru hjartaliga vælkomin úr bygd og bý.

Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag skipa fyri.