Djóni N. Joensen
Lesarabræv06. desember 2016
Djóni N. Joensen

Koyri- og hvílitíðarreglur í Føroyum

Spurningurin er soljóðandi:

Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at vit ikki brúka koyri- og hvílitíðarreglur í Føroyum?
Eru ítøkiligar ætlanir um, at fartskrivarin (takhografurin) so ella so kann blíva partur av føroysku ferðslulóggávuni eisini?
Um so er, nær kann hetta væntast at verða gjørt?

 

Viðmerkingar: Við nullhugsjónini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í huga, kann tað tykjast ørkymlandi og ikki sørt ótrygt, at førarar av stórum akførum í Føroyum kunnu koyra so leingi, sum teimum lystir, ella so leingi, sum arbeiðsgevari teirra ynskir tað. Við tað, at fartskrivarin, sum er obligatoriskur í einum lastbili/treylara/bussi o.s.fr. ikki er lógarkravdur í Føroyum, eru hvørki arbeiðsgevarar ella førarar nóg væl vardir í verandi ferðslulóg. Í øllum londunum rundan um  okkum verður hesum fartskrivari nýttur.


Fartskrivarin førir eina logg yvir ferðina á bilinum, og eisini syrgir hann fyri, at logga koyritíðina hjá tí einstaka føraranum. Í dag eru flest allir fartskrivarar digitalir, t.v.s., at man nýtir eitt persónligt ID-kort við einum "chippi". Á hesum "chippi" verður so allur loggurin goymdur.


Hetta er tað kortið, sum Henrik Old, landstýrismaður, herfyri hevur skaffað føroyskum førarum soleiðis, at teir kunnu koyra uttanlands. Men á føroysku vegunum er eingin reglugerð viðvíkjandi kravdum fartskrivara. Hesin kann vera við til at steðga álvarsligum vanlukkum vegna manglandi hvíld og svøvn.


Spurningurin er, um vit sum samfelag kunnu lata standa til og vera vitni til, at tað kunnu uppstanda so nógvir vandar í ferðsluni, orsakað av hesum "manglinum" í føroysku ferðslulógini. Spurt verður tí, um tað eru ítøkiligar ætlanir um at fáa partin um lógarkravdan fartskrivara implementeraðan í føroysku ferðslulógina og tillagaðan føroysk viðurskifti.

 

Á Løgtingi, 6. desember 2016


Djóni Nolsøe Joensen