Heðin Mortensen
Lesarabræv25. mai 2016
Heðin Mortensen

Lætt at sita á síðulinjuni uttan ábyrgd

Tað er møguliga eindømi, at landsins størsta kommuna fær 72 miljónir í meirinntøkum eitt skattaár. Sjálvandi gerast tølini stór í landsins størstu kommunu. Men ein meirinntøka uppá 10% eitt skattaár er kortini ikki óvanlig. Aðrastaðni í landinum er meirinntøkan munandi hægri.

Hesum letst Jógvan Arge einki vita um, nú hann aftur roynir at ilskast inn á framburðin í Havn. Hóast okkara meirinntøka í % er minni enn hjá so mongum øðrum kommunum, so hava vit niðurgoldið meira av okkara skuld enn nøkur onnur kommuna hevur klárað. M.a. tí er okkara kommuna tann minst skuldarbundna av stóru kommununum.

 Tað er einfalt ikki rætt at siga, at eldraøkið hevur havt hall í 10-millióna klassanum. Talan er hinvegin um undirbudgettering frá landsins síðu. Sagt við øðrum orðum: pengarnir til verandi eldraøki fylgdu ikki við uppgávuni, nú økið varð lagt til kommununa.
 
Jógvan Arge finst eisini at, at vit brúka pening til fríðkan av býnum, Tórsvøll, Múllers Pakkhús, svimjihøll, asfaltering, húsaumsiting, fótbóltsvøll í Hoyvík og móttøkuhøll í bankanum í Niels Finsensgøtu. Hugstoytt at vita sær, at onki av hesum var framt, ráddi Jógvan Arge fyri borgum.
 
Nevndu íløgurnar eru gjørdar fyri at skapa virksemi, gagn og trivnað í býnum.
 
So finst hann at, at vit  ætla at fíggja Skúlan á Fløtum við lántøku. Ongin samtykt er gjørd um hetta. Men sjálvandi er tað skilagott at fíggja eina tílíka íløgu við lántøku og harvið spjaða íløguna yvir fleiri fíggjarætlanarár, so ein so stór íløga ikki leggur annað neyðugt virksemi lamið. Mannagongdin er ikki ókend, tí tað hevur Tórshavnar kommuna roynt áður.
 
Sum dømi um illa frágingin og seinkað arbeiði dregur hann enn einaferð fram brúnna, trappuna, bankan og Sjóvinnuhúsið. Tað er enn einaferð Tórshavnar havn, sum eigur Sjóvinnuhúsið, og Tjóðveldi kundi havt gjørt vart við seg í vinnunevndini, har tey hava umboð.
 
Niðasta hæddin í bankabygninginum verður ein stórur fongur fyri miðbýin við nógvum lívi, apoteki, kunningarstovu, uppihaldsøki og cafe.
 
Jógvan Arge veit væl, at  seinkingarnar av brúnni og trappuni ikki eru orsakaðar av kommunalu umsitingini. Brúgvin gjørdist truplari at realisera enn mett varð, arbeiðstakarin rendi seg í óvæntaðar lendistrupulleikar o.s.fr. Hetta er eitt mál, sum verður eftirmett - men hóast seinkað, so er brúgvin hóast alt bíligari enn roknað varð við.
 
Jógvan Arge mátti hildið seg ovgóðan at spæla trappukortið útaftur. Óhapp og rávørutrupulleikar hjá eini lítlari, men dugnaligari føroyskari fyritøku eru ikki neyðugar at endurtaka upp í saman. Trappan verður nú tikin í nýtslu, hon er prýðilig og verður vónandi til gagn og gleði fyri mong.
 
Tað er takksamt at sita á síðulinjuni og finnast at, atkvøða ímóti at kalla øllum virksemi í býnum, men aldri koma við alternativum. Kommunan hevur tað fínt og hevur ein sunnan búskap, her hendir nakað og tað kemur at henda enn meira.

Heðin Mortensen
borgarstjóri