Jóhannis Joensen
Lesarabræv24. juli 2019
Jóhannis Joensen

Landsvegakervið er fyri øll

Tað er gleðiligt, at vit gera tað lættari hjá øllum føroyingum at flyta seg millum bygdir, oyggjar og sund. Hetta eiga vit at halda á við at gera - at knýta Føroyar saman í eitt kervi. Hetta kostar pening, men vit spara m.a. íløgur í nýggj strandfaraskip og rakstur annars.

Løgtingsval 2019

Kostnaðurin fyri rakstur av vega- og tunnilskervi veksur javnt. Her hevur landsmyndugleikin fleiri leistir m.a. vegskatt og olju- og bensinavgjøld. Nøkur økir gjalda í dag bummgjald fyri at fíggja viðlíkahaldið. At nýta brúkaragjøld kann vera skilagott, men onkuntíð er leisturin skeivur.

Ynskja vit at varðveita eitt fjøllbroytt búðstaðarmynstur í Føroyum og ein lýtaleysan flutning millum økini, er skilagott at skipa leistin øðrvísi.

Um landsvegakervið er fyri øll, eiga øll eisini at gjalda. Tú rakar betur eina samhaldsfasta loysn, um tú brúkar vegskatt saman við bensin og oljuavgjøldum sum fíggingarleist av øllum vega og tunnilskervi.

Trupulleikin er ofta, at peningurin, sum verður kravdur inn við hesum gjøldum, ofta fer til annað enn tað, ið ætlað var.

Viðlíkahaldsraðfestingar eru neyðugar og krevja ráðlegging og rúmari fíggjarkarmar.

 

Jóhannis Joensen

Valevni fyri  Javnaðarflokkin

løgtingsvalið 2019