Sjúrður Skaale
Lesarabræv31. mai 2019
Sjúrður Skaale

Løkke á vitjan – ein gáva til Tjóðveldi og Samband

At Løkke kemur til Føroya er í samsvari við nýggja, radikala sambandspolitikkin hjá Tjóðveldinum

Fólkatingsval 2019

Sjúrður Skaale

Tjóðveldið og sambandið er tvey alin av sama stykki.

Flokkarnir eru púra bergtiknir av tí sama: Danmark. Danmark, Danmark, Danmark.

Forteknini eru ymisk. Annar sigur JA-Danmark; hin sigur NEI-Danmark. Tí sær orðadrátturin millum flokkarnar út sum ein ósemja.

Men teir eru í veruleikanum í parti. Teir liva hvør av øðrum. Tá annar rópar “loysing” rópar hin “samband”. Og tá tað eydnast at fáa hesi innantómu rópini at dominera kjakið í Føroyum, vinna báðir partar.

Tað er sjón fyri søgn. Nú hevur Tjóðveldi rópt loysing í fleiri vikur – og einasta fylgja er, at Sambandið bólgnar upp. Og tá Sambandið bólgnar upp, veksur Tjóðveldi eisini.

Men einki vanligt menniskja fær nakað sum helst gagn av hesum goragangi. Tað flytir einki – absolutt null komma null – í lívinum hjá nøkrum menniskja.

 

Løkke

Nú kemur Lars Løkke til Føroya. Tað er perfekt hjá Sambandinum, tí hann fer at seta fokus á flokkin.

Men tað er enn betri hjá Tjóðveldinum. Tjóðveldi livir jú av ósemjum við Danmark, og tær hava verið fáar farnu árini.

Tí er hetta frunnin fressur. So skjótt tíðindini um vitjanina bórust, fór alt Tjóðveldi eisini upp at gartera. At Løkke blandar seg uppí valstríðið í Føroyum, var straks nýtt prógv um alla elendigheitina, sum føroyingar liva í, so leingi vit eru í felagsskapi við Danmark.

Og so fór alt á rull. Vit eru kúgað, vit eru offur, vit eru fjøtrað og eg veit ikki hvat.

Perfekt hjá báðum pørtum!

Sambandið fær babba í Danmark at siga, at Edmund er best, og Tjóðveldi kann dyrka sína absurdu idé um, at føroyingar eru ófræls offur.

Tann ævigi tennisdysturin millum loysing og samband kann aftur trýsta alt tað krevjandi og keðiliga tosið um korini hjá vanligum fólki av dagsskránni.

 

Tjóðveldi

Eg haldi tað vera heilt skeivt av Lars Løkke at blanda seg í okkara valstríð.

Men gartanin hjá Tjóðveldinum er heilt komisk.

Eg meini so við: Flokkurin hevur júst boðað frá, at fær hann kjansin, ætlar hann at tingast um at skipa danska stjórn eftir valið. Tann, sum vil eftirlíka krøvunum frá Tjóðveldinum, verður danskur forsætisráðharri.

Tað, eg veit, hevur eingin føroyskur flokkur áður boðað frá, at hann ætlar at gera føroysk viðurskifti til ein part av samgongusamráðingum í Danmark.

Hetta er at flyta vald úr Føroyum til Danmarkar. Tað er at máa støði undan okkara sjálvræði og okkara fólkaræði.

Men tað er sanniliga eisini at blanda seg uppí danskan politikk. Tað er í veruleikanum at taka alla ta donsku skipanina til gísla eftir valið. Og tað er altso ein uppíblanding, sum er nógv, nógv meira víðgongd, enn at Lars Løkke kemur til Føroya at halda ein fund.

Og tá ein føroyskur flokkur boðar frá, at føroysk viðurskifti skulu vera partur av donskum stjórnarsamráðingum, er tað so í veruleikanum ikki heilt natúrligt, at Løkke kemur til Føroya at føra valstríð? 

Er tað ikki í fullum samsvari við nýggju, radikalu sambandskósina hjá Tjóðveldinum?