Heðin Mortensen
Lesarabræv29. februar 2016
Heðin Mortensen

Málið um listasamgongu hevur onki innihald

Fyrradagin sat ein av redaktiónunum í Kringvarpinum og framleiddi søgur. Ein ung dama ringir til mín og sigur, at tey sita og práta um hetta, at Jenis av Rana skal hava nevnt, at hann umhugsar eina listasamgongu við Javnaðarflokkin til komandi býráðsval.
 
Mær vitandi hevur ongin úttalað seg um nakað sum helst, og eg geri mær tí tann ómak reint fakliga at greiða henni frá, at slík listasamgonga als ikki ber til. Lógin heimilar als ikki slíkari samgongu.
 
Eg greiði víðari frá, at um nakar úr nøkrum flokki skal stilla upp til býráðsval á sama lista sum eg, so má viðkomandi fyrst og fremst hava verið limur í javnaðarflokkinum í hálvt ár, og síðan sleppa ígjøgnum tronga nálareygað at sleppa verða uppstillaður - á trimum uppstillingarfundum!
 
Soleiðis greiddi eg frá. Men síðan er hetta snarað og klipt og vigað og kommenterað.
 
Uttan at fara út í nakað óneyðugt kjak, so eiga øll fólk við góðum skili at hugsa seg um, tí hendan søgan hevur als onki innihald. Hetta er fullkomið uppspinn.
 
Als ongar slíkar samráðingar hava verið og ongin slíkur fundur hevur verið. Og har steðgar málið í míni verð.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri