Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv03. mai 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Mátið vælferð í nøgdsemi, javna og fjølbroytni

1. maidagsrøða 2019, Vestmanna

Ingilín Didriksen Strøm røður 1. mai 2019 í Vestmanna

Góðu vinir,

Tað er altjóða arbeiðaradagur. Í dag hátíðarhalda vit tað, sum vit - fólkið, politikararnir og fakfeløgini, hava barst fyri og skapt. Og vit minna okkum á týdningin av at blíva við at berjast. Gevast vit nú og siga, at alt er nóg gott, so er tað skjótt, at rákið gongur hinvegin. Tey ríku fáa meira, tey fátøku minni, og lívsgóðska okkara minkar.

Fakfelagsarbeiði hevur altíð havt beinleiðis ávirkan á okkara lív, og var tað ikki fyri fakfeløgunum stóð illa til í dag. Vit hava enn brúk fyri tí andanum, sum fyrstu fakfelagsfólkini vístu upprunaliga. Brúk fyri hugskotum, eldhuga og bardaga. Tí vit standa framman fyri eins stórum avbjóðingum og teimum, sum fakfeløgini upprunaliga høvdu - um ikki størri.

Eg minnist dagin, eg fór í skúla. Stolt í mínum skúlakoti, sum skriðaði eitt sindur. MBM keppi í pastelllitum á høvdinum og við risastórari skúlatasku á felagsmyndini í hálu múrsteinstrappuni. Saman við hesum degnum rennur dagurin, tá allir komandi næmingar í fyrsta flokki í Vestmanna skúla plantaðu hvør sítt træ í Viðarlundini í Frammibø. Øll vildu hava tað størsta træið at seta niður. Kanska tí vit ikki skiltu, at meiningin við trænum var, at tað skuldi vaksa. Eins og vit tá allarhelst heldur ikki skiltu meiningina við skúlagongdini. At hon eisini skuldi fáa okkum at vaksa. At skúlin var tann góði gróðrarbotnurin.

***

Rithøvundurin Rakel Helmsdal segði í røðu á Veðurlagsverkfallinum herfyri, at um øll børn plantaðu eitt træ og lærdu at ansa hesum sama træi øll árini í fólkaskúlanum, so fór barnið at skilja náttúruna betur. Fór at hava eitt persónligt knýti til hana, og tí taka sær betur av henni. Tá fór eg at hugsa um Finnboga. Allarhelst eigur hann skyldina - ella æruna av, at hvørja ferð eg koyri ein súreplaskrokk í ruskspannina, følist tað sum um, at eg geri okkurt ólógligt! Tí sum øll onnur í Vestmanna skúla, eri eg von við, at matleivdir skulu í matleivdarspannina. Rusk í ruskspannina og pappír í pappírsspannina. Vestmanna hevur altíð verið bygdin, ið hevur gingið á odda við at vísa umsorgan og virðing fyri náttúruni, eisini áðrenn veðurlagstrupulleikarnir vórðu so átrokandi, sum teir eru í dag. Tí vit vita, at vit kunnu broyta heimin til tað betra.

Nógv er broytt, síðan fakfeløgini savnaðu seg og kravdu sín rætt. Tey stovnaðu sosialdemokratisku flokkarnar, sum saman við fakfeløgunum í fleiri áratíggju bygdu vælferðarsamfelagið. Eitt tað allar besta við hesum samfelagnum er, at vit sjálvi gera av, hvussu tað skal síggja út. Eins og vit sjálvi gera av, hvussu vit handfara umhvørvisavbjóðingarnar, og hvat vit leggja í komandi ættarliðini.

Bara síðan Marin, elsta systir mín, varð fødd, er djóralívið í heiminum minkað við meir enn eini helvt. Tað hevur ongantíð verið heitari á jørðini, enn fýra tey síðstu árini. Í Bretlandi vísir ein nýggj kanning, at ein fjórðingur av fuglalívi teirra er hótt, eitt nú lundin og spógvin. Her heima vita vit, at toskurin flytur seg longur norðureftir. Plastikkpetti eru at finna í havhesti og størri fiski. Og súlurnar í Mykinesi byggja sær reiður úr leivdunum av spreingileidningum. Alt hetta kemur av okkara ovurnýtslu og tráan eftir óendaligum vøkstri. Okkara keypsmentan. Sama mentan, sum sigur, at vit skulu renna so skjótt og gera so nógv, at vit ikki hava yvirskot til alt tað, sum hevur týdning her í lívinum.

Lív okkara er munandi betrað í mun til, tá arbeiðstíðin var 16 tímar um dagin hvønn dag í vikuni. Í dag sær tað nokk so gott út. Og tó… fleiri eru sjúkrameldað við strongd. Summi hava einki at búgva í. Onnur stríðast við tunglyndi og aðrar sálarsjúkur. Tað kann vera ringt hjá nógvum okkara at fáa tíð at gera nakað meir enn tað, vit noyðast at gera - fyri at niðurbetala lán, fyri at gleða stjóran, fyri at halda lív í børnunum og parlagnum. Men hví er tað soleiðis? Er tað tað góða lívið at koma heim aftan á ein 8 tímar langan arbeiðsdag, kvikliga kasta hakkikjøt og spagetti niður í grýtur og víðari niður í børnini áðrenn tey skulu leggjast at sova, og so fella um í berari møði á sofuni framman fyri sjónvarpinum? Er tað yvirhøvur neyðugt, gott ella ynskiligt at renna so skjótt, arbeiða so nógv, at vit hava ringa samvitsku um, at vit nóg illa síggja børn, familju og vinir?

Í dag er okkara búskaparmynd fest at peningaligum vøkstri. Vit máta BTÚ, samlaðu peningaligu nøgdina á tænastum og vørum, fyri at vita, hvussu rík vit eru. Men sigur BTÚ nakað um góða lívið? Sigur BTÚ nakað um umsorgan, kærleika, og náttúru? Nei. BTÚ sigur nakað um pengar. Ikki um hvussu gott ella ringt vit hava tað, ella hvørt heimurin, sum vit kenna hann, kann yvirliva. Búskapurin skal hava framburð, vaksa, fyri yvirhøvur at vera til. Hesin framburðurin elvir til útnyttan og dálking. Hetta mugu vit broyta. Vit hava faktiskt einki val. Vit mugu hugsa um at endurnýta og endurskapa virði, heldur enn at keypa meira nýtt. Matleivdirnar úr matpakkunum úr skúlanum fara í sankutøð, sum fer í moldina, har trøini vaksa. Og trøini syrgja fyri, at luftin vit anda er rein. Her er einki avlop, eingin vøkstur, men gróður. Júst tað vit hava brúk fyri. Í trænum er stórt virði. Um tú ivast, far so niðan í viðarlundina og gang tær ein túr.

Hetta er ikki bara nakað, sum eg standi her og sigi. Vísindin er samd um, hvør orsøkin til veðurlagsbroytingar er. At tær hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, og at vit longu uppliva tær nú. Og tey einastu, sum kunnu broyta hetta, tað eru vit. Og eg veit, at tað er ringt at seta seg inn í her og nú, í okkara heitu stovum.

***

12. desembur 2017 fóru Føroyar ógvuliga tíðliga í jólafrí. Frítíðin vardi eisini ógvuliga leingi, og samfelagið steðgaði spakuliga upp. Einki gekk, sum tað átti. Hví? Tí Føroya Pedagogfelag var í verkfalli beint eftir, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði verið í verkfalli. Minni enn eitt ár seinni fór Ljósmøðrafelag Fføroya í verkfall. Hesir bólkar umboða ein stóran part av umsorganararbeiðsfólkinum í Føroyum. Tey, sum ansa okkara veikastu, teimum eldru, okkara børnum og teimum sjúku. Hví skal hesin arbeiðsbólkur, sum fær hjólini at mala í samfelagnum, stríðast fyri virðing og betri umstøðum? Lutvíst kanska, tí hetta søguliga hevur verið arbeiði, sum kvinnur hava gjørt ókeypis. Men eisini tí, at hetta arbeiði ikki beinleiðis førir nakran vøkstur við sær, ikki hækkar BTÚ, tó at tað er grundarlagið fyri at samfelagið yvirhøvur kann hanga saman og rigga. Samfelagið vit hava nú, virðir einamest tað, sum skapar pening her og nú.

Men vit eru menniskju. Vit eru ikki maskinur, ið skulu optimerast, ella trælir, ið framleiða meira til BTÚ. Vit eru menniskju, ið liva í náttúruni. Vit krevja umsorgan. Náttúran krevur umsorgan. Vit skulu máta okkara vælferð í nøgdsemi, javna og lívfrøðiligum margfeldi. Og vit skulu geva teimum, ið fáa samfelagshjólini at mala, ta virðing, tey hava uppborðið. Tað ber ikki til, at í dag eru enn nógv, ið fella uttan fyri arbeiðstíðirnar, ið í praksis ikki lúka treytirnar í sáttmálunum, og at fólk eru noydd at arbeiða niðursetta tíð av øðrum orsøkum, enn at tey sjálvi vilja tað.

Hvat ger okkara umstøður betri? Hvat fjálgar um, betrar um, fær nakað at trívast? Tað er, tá onkur ger meir ella nakað annað enn tað, tey noyðast at gera. Tá vit gera tað, vit vilja gera. Royndir eru gjørdar í stórum altjóða fyritøkum og í tí almenna í Svørríki um 4 daga arbeiðsviku ella 6 tíma arbeiðsdag. Sama løn fyri niðursetta tíð og hóskandi arbeiðsbyrðu. Og vita tit, hvat hendi? Fólk vóru minni útbrend, á røktarheimum skipaðu starvsfólkini fyri dupult so nógvum tiltøkum og ítrivum, hugskotini og gleðin av at vera til arbeiðis vaks munandi.

Tí tá vit hava tíð, geva vit skapanarhuginum pláss. Vestmenningar hava jú so góða tíð, ella tað siga  onnur í øllum førum. So kanska gera vit okkurt rætt. Spyr bara hvussu nógvar stuttsøgur eg stillisliga sat og formuleraði í høvdinum alla ta tíð, eg sat á bonkinum fyri VÍF. Tá vit hava tíð, eru vit umsorganarfull. Tá vit hava tíð, vaksa vit. Spakuliga. Ikki í oyrum og krónum, men sum menniskju við umsorgan fyri fólki og heiminum rundan um okkum. Nú hugsar onkur tykkara kanska, at tað sum eg vil hava, er at vit skulu gera minni og fáa alt upp í hendurnar. Men tað ætli eg ikki. Tað, sum eg meini er, at vit skulu eiga færri ting, vera nøgd við minni og ikki tráa eftir meir og størri allatíð, velja góðsku fram um mongd og hava tíð at vísa hvør øðrum ans.

***

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og fyri framman er veðurlagskreppan. Ein risastórur trupulleiki, sum bert kann loysast, um vit brúka tey tólini, sum fakfelagsrørslan altíð hevur brúkt - At standa saman, krevja okkara rætt og vísa teimum við valdi og pengum, at tey mugu taka okkum og ynskjum okkara í álvara.

Ongantíð áður hevur samhaldsfesti millum tjóðir verið eins týðandi, sum júst nú. Tí tað nyttar einki, um bara ein okkara ger nakað. Í Paríssáttmálanum er vón, tí tað nyttar, um øll heimsins lond í felag venda skútuni. Í Føroyum skulu vit velja, um vit vilja halda á fram at vera ein partur av trupulleikanum, ella um vit vilja vera ein partur av loysnini. Um vit vilja størri og munabetri tiltøk. Tí eitt er heilt vist, og tað er tað, at tey ið longu merkja avleiðingarnar mest, eru tey, ið eru ringast fyri. Veðurlagskreppan hevur við sær sama spurning, sum tann fakfeløgini upprunaliga settu sær. Hvat slag av heimi vil eg hava, at børn míni og eg liva í? Og er tað rætt, at tey ríkastu hugsa meira um sín egna pengapung, enn um restin av heiminum kann liva eitt virðiligt lív? 

Stríðið til frama fyri veðurlagnum og fakfelagsstríðið hongur óloysiliga saman. Tað samfelagið, vit mugu skapa, fyri at ikki síggja eitt heimsumfevnandi vistfrøðiligt samanbrot, er eisini eitt samfelag, sum gevur okkum tað góða lívið. Har vit leggja dent á tíð saman við familjuni og vinfólki. Har vit skapa innihald, heldur enn at gera so nógv sum gjørligt fyri løtuvinning. Har vit virða hvønn annan og náttúruna.

Vit kunnu planta eitt træ og byrja av nýggjum. Venda keypirákinum bakið og ansa trænum, geva børnum og ommubørnum okkara møguleika eisini at uppliva træið og at planta sítt egna. Geva komandi ættarliðum møguleika fyri meir umsorgan, fyri lívfrøðiligum margfeldni, fyri skapanarhuga og fyri dygd.

Takk fyri og góðan altjóða arbeiðaradag!