23. februar 2017

Munnligur fyrispurningur viðvíkjandi ættleiðing av fosturbørnum

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í Heilsu- og Innlendismálum viðvíkjandi ættleiðing av fosturbørnum

Ein kunngerð um at ættleiða fosturbarn, hóast ein ikki er giftur, er galdandi í Danmark, men ikki í Føroyum. Verður arbeitt við, at fáa hesa kunngerð setta í gildi herheima eisini?
Um so er, nær kann hetta væntast at verða gjørt?
Ella er fatanin enn tann, at fólk noyðast at giftast fyri at ættleiða fosturbørn?


Viðmerkingar:

Sum støðan er í dag fáa fólk noktandi svar frá Ríkisumboðnum uppá teirra umsóknir um ættleiðing av fosturbørnum, um tey ikki eru gift við biologisku mammuni ella pápanum.

 

Í Danmark er lógin broytt, so ein kann ættleiða, hóast ein ikki er giftur við biologisku mammuni ella pápanum. Ein skal bara hava havt sama bústað í longri tíðarskeið og ymiskar aðrar treytir skulu somuleiðis vera uppfyltar. Hjá Ríkisumboðnum verður upplýst, at ein kunngerð í Danmark hevur gjørt hetta gjørligt, men kunngerðin er ikki komin í Føroyum.

 

Spurningurin er, um vit sum framkomið samfelag kunnu liva við, at vit í 2017 í Føroyum ikki loyva einum barnið, at fáa eitt av sínum hægstu ynskum uppfylt, at blíva ættleidd av síni fosturmammu ella pápa. Fosturmammu ella pápa sum tey, í nógvum førum, kanska eru uppvaksin við síðan tey vóru heilt lítil og sum hava verið har fyri tey heilt nátúrliga síðan tey mistu annað av sínum biologisku foreldrum.

 

Tað er møguligt, at hendan væntandi kunngerð ikki rakar so nógv fólk, men fyri tey, ið hetta rakar kennist tað ikki sørt meiningsleyst og svárt, tá ið báðir partar føla tað sum tað mest nátúrliga at gera.


Mín spurningur er tí, um hetta er nakað, sum arbeitt verður við, at fáa hesa kunngerð í gildi í Føroyum? Ella um fatanin framvegis er tann, at fólk skulu noyðast í hjúnalag fyri at ættleiða fosturbørn?

Lurtað eftir svarinum her

Á Løgtingi, 21. februar 2017

Djóni Nolsøe Joensen