Jóhannis Joensen
Lesarabræv10. august 2019
Jóhannis Joensen

Náttúran er ein dýrgripur

Løgtingsval 2019

Burðardygd er eitt lyklaorð, sum verður nógv nýtt í dag. Náttúruringrásin krevur fyrilit. Alt djóralív og plantulív er tengt at, at vit duga hógv og taka atlit til føðiketuna.

Plastdálkingin er nógv frammi, men bæði luft og ljóðdáling krevja eisini munagóðar loysnir.

Vit eiga beinanvegin at minka um nýtslu av plasti og brúka annað tilfar ístaðin. T.d. er óneyðugt at nýta beriposar/innkeypsposar og eingangsíløt úr plasti. Endurnýtslutilfar eigur at brúkast oftari. Øll vinna má taka atlit til dálkingarvandar.

Burturkast skal skiljast betur. Húsarhaldini skulu eggjast til at velja grønari loysnir. Her mugu kommunurnar og orkuveitarar spæla við, soleiðis at brúkarin ikki skal gjalda meirkostna fyri grønari orkuloysnir. Kommunalu spillivatnsætlanirnar mugu raðfestast hægri.

Upplýsingin um skilagóða nýtslu av náttúru okkara og hvussu vit varðveita sama náttúruvakurleika, vit hava í dag, eggjar eisini børnum okkara til sama leist, soleiðis, at børn teirra fáa møguleika at uppliva eina fríska føroyska náttúru. Vit mega halda á at upplýsa um rætta atferð í náttúruni.

Føroysk grønmetisframleiðsla eigur at fáa størri stuðul og innflutingur av útlendskum at minka. Hetta kundi verið gjørt við eykagjøldum á útlendskt grønmeti.

Landsmyndugleikar eiga at vísa í verki, at varðveiting av okkara náttúru ikki bara krevur lógarverk og reglur, men eisini eina støðuga hugburðsáminning til okkum og komandi ættarlið um, at eitt reint umhvørvi ikki er ein sjálvfylgja.

Vit eru ein dropi í havinum, men vit liva av havinum, og tí eiga vit at ganga undan í náttúru og umhvørvisvernd og átala dálkingarvandar úti í heimi. Havið er okkara kovi. Havið og oyggjaland okkara skal haldast reint.

Jóhannis Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin