Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv10. juli 2019
Kristianna W. Poulsen

Orðblindni fyri C – hjálp so skjótt sum yvirhøvur gjørligt

Til ber at hoyra Kristionnu Winther Poulsen lesa hetta lesarabrævið upp í ljóðfíluni, sum liggur niðast á heimasíðuni.

Løgtingsval 2019

Fyri flestu okkara er tað at lesa ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Vit lesa bløð, bøkur, vegaskelti og mangt annað, og vit samskifta skrivliga á netinum uttan trupulleikar. Lesingin fellur teimum flestu líka so lætt sum at draga andan. Men ein partur av okkum, og helst fleiri, enn vit høvdu roknað við, hava trupulleikar við lesing og skriving og stríðast við orðblindni. 

 

Rakar ymiskt

Tøl aðrastaðni siga, at millum 2 og 7 prosent av fólkinum stríðast við orðblindni. Hetta merkir, at millum góð 1.000 og 3.600 fólk í Føroyum hava hendan trupulleika. Orðblindni rakar ymiskt frá menniskja til menniskja og merkir í stuttum, at tú hevur torført við at lesa, skriva og við at skilja tað, sum tú lesur. 

Tað er sera týdningarmikið, at vit megna at lofta menniskjum við orðblindni nóg tíðliga og á rættan hátt. Hetta krevur raðfesting, rættar førleikar og økta upplýsing um trupulleikarnar at liva við orðblindni og um møguleikar fyri hjálp.

 

Ikki longur sibbar

Seinastu árini hava eldsálir, ofta foreldur at børnum við orðblindni og onnur avvarðandi, ótroyttiliga arbeitt fyri at betra um umstøðurnar hjá børnum og vaksnum við orðblindni. Eisini eru útbúnir orðblindalærarar, so at førleikarnir at finna børn við orðblindni so tíðliga sum gjørligt eru til staðar. Og tøkniliga eru nú nógvir møguleikar at ogna sær vitan á annan hátt enn við at lesa, eitt nú við at hoyra lisnan tekst. Eisini tí er tað so umráðandi, at okkara mál verður talgildað. 

 

Fyri fáum áratíggjum síðani vóru børn og vaksin við orðblindni ofta kveistrað burtur sum hálvbýtt, bæði í skúlanum, á arbeiðsplássum og í samfelagnum annars. Hetta líkist sjálvandi ongum, og vónandi er hendan tíðin langt síðani farin. 

 

Men tíverri eru framvegis børn, sum ganga alt ov nógv ár í skúla, áðrenn tey fáa røttu hjálpina. Hetta skal broytast, og vit skulu gera alt tað, vit eru ment fyri, at børn við orðblindni fáa góða og rætta hjálp so tíðliga sum yvirhøvur gjørligt.

 

Møguleikar við tøkni

Í dag finnast nógv ymisk hjálpartól til okkara borgarar við orðblindni, og bæði í fólkaskúla og á miðnámi eru fólk, sum hava til uppgávu at veita børnum og ungum við orðblindni røttu hjálpina. 

Eitt ítøkiligt dømi um eina tøkniliga loysn fyri fólk við orðblindni er at seta eina qr-kotu á atkvøðuseðilin, tá ið fólk skulu velja. Hetta hevði gjørt tað lættari at seta krossin uttan at noyðast at stúra fyri møguligum misskiljingum av teimum mongu nøvnunum á atkvøðuseðlinum, sum fyri fólk við orðblindni kann vera ein vavstur av óskiljandi teknum. 

Orðblindni rakar nógv menniskju og hevur álvarsligar avleiðingar, um hesin trupulleiki ikki verður rætt handfarin. Eg vil arbeiða fyri betri umstøðum fyri yngri og eldri við orðblindni, um eg fái møguleikan.  

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 2019