Heðin Mortensen
Lesarabræv13. august 2015
Heðin Mortensen

Pensjónistarnir meira at liva fyri

Vit hava nøgdar pensjónistar í høvuðsstaðarøkinum - teir mest nøgdu í landinum, vísa kanningar. Meðal pensjónisturin hevur tað gott, er frískur, virkin og væl nøgdur við tilveruna. Men pláss er fyri batum, og okkara aðalmál er, at alt pensjónsøkið skal vera burðardygt um 10 til 20 ár.


Eitt av tí, vit fara at fremja beinanvegin í løgtinginum, er, at hvør fólkapensjónistur, sum bara hevur fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, skal hava í minsta lagi 500 krónur meira um mánaðin at liva fyri, eftir at skattur og avgjøld eru goldin. Samhaldsfasti skal styrkjast, so pensjónisturin hevur meira eftir í pensjón og samhaldsfasta, enn hann hevur í dag.

Eitt annað mál er, at pensjónin í framtíðini ikki skal mótroknast í arbeiðsinntøku, tí vit mugu eggja fólki at arbeiða sum longst, um tey hava hug til tess. Vit skulu hava ein fleksiblan pensjónsaldur og harvið eisini møguleika fyri at framskunda pensjónina fyri tey, sum verða niðurslitin tíðliga.

Aldursbólkurin millum 60 og 75 ár í Tórshavnar kommunu er tann, sum er best fyri bústaðarliga, sosialt, likams- og sálarliga. Hesi eru eisini mest nøgd og á mongum økjum ein fyrimynd fyri aðrar aldursbólkar. Ein fíggjarligur bati hevði gjørt støðu teirra enn betri.
Vit standa við stórum avbjóðingum, og serliga tí eiga vit at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. Vit skulu øll fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri, sum eru longri virkin - og sum harvið hava heilt serstakar møguleikar fyri at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini.


Heðin Mortensen
valevni fyri Javnaðarflokkin