Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv30. mai 2019
Eyðgunn Samuelsen

Royndir og samstarv geva úrslit

Seinastu átta árini hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi víst í verki, at samstarv, samskifti og sambond eru lyklaorð og amboð, ið fremja úrslit. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit brúka teir pallar, ið eru tøkir, til at tala søkina hjá meiniga føroyinginum. 

Fólkatingsval 2019

Sum landsstýriskvinna í almannamálum, herundir javnstøðumálum, havi eg fingið politiskar royndir og sambond á altjóða pallinum, ið kunnu brúkast í hesum arbeiði. 

Eg havi samskift og samstarvað við fleiri norðurlendskar og danskar ráðharrar, og havi eg m.a. verið við til at fingið markaforðingina í samband við fyritíðarpensjón burtur. Hartil havi eg luttikið á ST fundi um status viðvíkjandi javnstøðu og heimsmálum. 
Tað er ongin loyna, at eg brenni fyri sosiala økinum og áhaldandi arbeiði fyri at betra um korini hjá teimum harðast raktu borgarunum. Verði eg vald, vil eg m.a. brúka sessin til at halda eitt vakið eyga við sosialum tillagingum, sum hava beinleiðis ella óbeinleiðis rættarligar fylgjur fyri føroyska samfelagið. 

 

Eyðgunn Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum