Heðin Mortensen
Lesarabræv17. august 2015
Heðin Mortensen

Shipping og havnaútbygging

Í valskrá Javnaðarfloksins stendur, at Føroyar skulu marknaðarførast sum shippingland. Vit eru ein sjófarandi tjóð, okkara sjófólk eru vælumtókt, eftirspurd og kend fyri teirra kompetansu um allan heim.
 
Útbygging av maritimum tænastum er tí sjálvsøgd. Og útbygging av teimum fasilitetum, sum skulu hýsa hesi tænastu, er líka sjálvsøgd. Hetta hevur týdning fyri at framtíðartryggja arbeiðspláss - bara her í Havn eru fleiri hundrað fólk, ið liva av inntøkum frá virksemi á økinum hjá Tórshavnar havn.
 
Føroyar liggja beint uppat nýggja motorvegnum millum Evropa og Asia, vit liggja nærri rutuni enn flestu aðar havnir - og tað skapir upplagdar møguleikar fyri at menna tænastur til vaksandi ferðsluna, t.d. tænastur til oljuvinnu, transitt og vøruumskipan.
 
Millum annað tí er tað týdningarmikið fyri meg at fólk skilja, at ein menning av hesum tænastum í høvuðsstaðarøkinum - har 41% av fólkinum búgva - er ein stórur fyrimunur fyri landið alt.
 
Hóast onkrar møguligar broytingar, m.a. við atliti at Skansanum, so er ongin ivi fyri meg, at stóra havnaútbyggingin tí skal fremjast. Fleiri enn 40 ár í politikki hava fullkomiliga sannført meg um, at tá høvuðsstaðurin hevur tað gott, so hevur alt landið tað gott.
 
Heðin Mortensen
valevni Javnaðarfloksins