Henrik Old
Lesarabræv12. juli 2019
Henrik Old

Skjótar avgerðir eru farligar

Havi mangan sagt at tað er gott at man ikki býr í einum landi, har neyðugt er at hava Krígsráð, sum i knappari vending, skal taka støðu til álop, ella mótálop, tá tað tekur 5 dagar at samla nøkur fá fólk til fundar.

Var ein sum var í Vinnunevndini, í ár 2000,  tá uppskot um Fiskivinnuráð frá Jørgin Niclasen landsstýrismanni var samtykt. 

Sjálvandi hevur man ein ávisan iva, tá tað kemur til Ráð av ymiskum slag, men her skuldi veljast 8 limir, og 8 eykalimir. 

So man kundi hugsa sær at tað var møguligt, í eini knappari vending at samla, um ikki øll, so ein meiriluta uppá 5 limir.

Serliga tá fleiri limir beinleiðis umboða fiskimenn. 

So at fingið samlað ein meiriluta uppá 5 av heilum 16 limum, átti at verið møguligt, so bátar kundu sloppið út aftur, nú fínasta veður er. 