Bjarni Hammer
Lesarabræv20. mai 2019
Bjarni Hammer

Strandferðslan heldur ikki Jóansøku

Tað vísir seg at vera eina afturvendandi trupulleiki at fáa SSL at skilja, at tað er neyðugt at broyta ferðaætlanina á jóansøku. Trupulleikin tykist at vera, at tað áhaldandi kemur óvart á tey, ið hava við ferðaætlanirnar at gera, at jóansøka er.

Ítróttarfeløg hava aftur í ár gjørt vart við seg, men tað er sum at slætta vatn á gás. Býráðslimir og umsiting hava eisini roynt sítt, men onki hjálpir. Tað verður víst til hvílitíðir hjá manningini o.s.fr. Tað, at flyta fráferðina smáar tveir tímar, ber ikki til uttan kríggj. 


Ein onnur grundgeving hjá SSL er, at dagurin blívur so langur hjá teimum, sum koma tíðliga suður leygardagin. Tað passar sjálvandi, men dagurin verður neyvan longri enn hann er hvør einasta leygardag, árið runt, tá suðuroyingar ið íðka og hava íðkandi børn, er norðanfjørðs til ítróttartiltøk. Vanlig leygarkvøld siglir Smyril seinasta túr úr Tórshavn kl 2115.

Eg havi eisini roynt, sum landspolitikari, at tosa við partamannin, ið er landstýrismaður í samferðslumálum. Ein landstýrismaður, sum vanliga skilir tílíkar støður og er kendur fyri at greiða væl størri fløkjur enn hesa - men tað tykist ikki rína við. Møguliga er orsøkin tann, at val er í hondum og at tað tyngir meira í atkvøðusljáttuni at fá avbygdafólkini úr Suðuroynni aftur sum skjótast á jóansøku.

Hetta snýr seg um virðing og at fáa avgreitt tey fáu stóru ítróttartiltøkini á Jóansøku, kappróðurin og jóansøku dystin áðrenn smyril siglir norður aftur.
Vit ynskja virðing fyri okkara aldargomlu, siðbundnu stevnu. Vit ynskja virðing fyri sjálvbodnu eldsálunum, ið leggja alla orku í at skapa nakað gott og áhugavert fyri okkara gestum á jóansøku. Eins stóra virðing, ið eitt nú verður víst tjóðarhátíð okkara, ólavsøku - ein stevna, ið hevur sín uppruna júst á Tvøroyri.

Tað hevur ikki staðið á at broyta ferðaætlanina til landsdystir, steypafinalur, skúlafótbólt, og so framvegis. Kanska skulu vit bert nevna, at besta mannsliðið hjá KÍ, við hesi ferðaætlanini, noyðist at liggja nátt á Tvøroyri, skulu teir spæla dystin á jóansøku, ið annars er settur til at verða kl. 19:00 leygarkvøldið. Nevnast kann eisini, at á jóansøku í Vági í fjørð, sigldi Smyril norður kl 21:00, sum var stak skilagott. Nú jóansøkan er á Tvøroyri, so metir SSL, at her má Smyril avstað kl 19:00.

Fái broytt fráferðina til kl 2100, just sum í fjørð! Fáið eisini noterað tykkum í ætlanirnar fyri komandi árini, at jóansøka er hvørt einasta ár, nú tit tykkast fullkomuliga at verða tikin á bóli av henni, ferð aftaná ferð!
 

Bjarni Hammer