Bjarni Hammer
Lesarabræv07. august 2015
Bjarni Hammer

Tess minni fiskurin verður virkaður í Føroyum – tess størri tilfeingisgjald

Kommunuval


Leingi hevur verið kjakast um eina fiskivinnunýskipan, og bæði flokkar og einstaklingar hava borið fram ymisk sjónarmið. Eitt av víðgongdu uppskotunum er, at stórar nøgdir av fiskivinnutilfeingi okkara skulu um fría uppboðssølu. Ofta sett upp í fleiri fløktum stigum.
Eg sakni eitt greiðari uppskot, sum vanligi arbeiðarin skilir, og sum samstundis gevur føroysku verkakvinnuni og verkamanninum størri og støðugari inntøku.
Í stuttum hevur sjóneykan í stóran mun verið sett á fría uppboðssølu. Hetta tykist at vera best umtókt av strámonnum. Teir hava ofta í hyggju at flyta tilfeingið óvirkað úr Føroyum og til lond, har skattur, avgjøld og arbeiðsløn eru í botni. Jú, tað er lætt at selja tilfeingið hjá føroyska fólkinum á einari uppboðssølu. Tað gevur nakað av peningi í kassan her og nú, men hvussu nógv? Og síðan, hvat so? Skal ein keypari hava fríar ræsur at gera við fiskin, sum honum lystir? Tá kann skjótt øll rávøran verða send av landinum óvirkað og beinleiðis elva til veksandi arbeiðsloysi í Føroyum. Tað fer neyvan at bera til at seta møguligum keyparum treytir, eftir at teir hava keypt sum hægstbjóðandi.
Mín fatan er tí, at vit eiga at áseta eitt tilfeingisgjald, sum verður sett eftir, hvussu nógv tilfeingið verður virkað og virðisøkt í Føroyum. Tess meiri virðisøking í Føroyum, tess minni tilfeingisgjald! Fyri vøru landaða uttanlands ella til móðurskip, ið ikki leggja fiskin upp til virkingar í Føroyum, eigur tilfeingisgjaldið at verða høgt. Hesin leisturin fer ivaleyst at geva nógv meiri samanlagt til samfelagið, enn um hvør stertur varð seldur á uppboði. 
   
Ringvirkningar av hesum tilfeingisleistinum:
Tilfeingisgjald, ið økonomiskt stimbrar hugin at virka fiskin í Føroyum, minkar samstundis áhugan hjá strámannafyritøkum at virka her á landi. Tí útlendskur stórkapitalur kemur í fyrsta lagi eftir rávøruni fyri at flyta hana óvirkaða av landinum.
Leisturin fer at skapa meiri arbeiði, tí rávøran verður virkað meir, og tað fer so aftur at skapa fleiri íløgur í føroysk virki, bæði útbyggingar og nýbyggingar. Fiskaarbeiði fellur har afturat natúrliga á tey støð, har lítið og einki alment virksemi er.
Størri inntøkur, fleiri skattakrónur og hægri nýtsla, sum so aftur førir til størri inntøku av avgjøldum o.s.fr. Nógv nýggj størv til útbúgvin fólk verða skapað í fiskivinnuni. Bæði til ráðlegging, bygging, framleiðslu, sølu, fígging, trygging, o.s.fr. Vit útbyggja og vaksa um okkara fiskivinnuvitan, heldur enn at vit við strámannavirksemi lata onnur fáa okkara fiskivinnuvitan. Tað tekur mangan fleiri ættarlið at byggja eina serfrøði upp. Nógvu nýggju vitanartungu størvini í fiskivinnuni fara at gera tað lættari hjá lesandi, føroyska ungdóminum uttanlands at koma heimaftur – og enntá at finna sær starv uttan fyri Havnina.
Hava vit framleiðsluvirksemi her heima á landi, er møguleikin nógv betri at fylgja við í vinnuni, enn um strámenn sita á tí og flyta okkara tilfeingi til lond, har vit ikki hava innlit í virksemi og prísir. Møguleikin fyri at skatta fyritøkur er bara reellur, um tær hava sítt virksemi í Føroyum. Strámannafyritøkur eru de facto altjóða fyritøkur, sum vilja flyta møguligan vinning til tey lond, har tær rinda minst møguligt í skatti og avgjøldum. Tí kunnu fleirtjóða fyritøkur eisini ríka seg ovurhonds upp eftir stuttari tíð.
Tað eigur eisini at verða lóggivið fyri, at partur av til dømis svartkjaftinum – kanska eini 20% - eigur at verða landaður at virka til matna í Føroyum, soleiðis at pelagisku virkini eisini kunnu hava arbeiði í tíðarskeiðnum, tá makrelur og sild ikki verða fiska. Tað eru longu gjørdar góðar royndir ymsastaðni í landinum við at flekja, turka og gera fars og frikadellur úr svartkjafti. Hetta er eisini sera arbeiðsskapandi.
 
Tikið saman um, so snýr tað seg um, at allir føroyingar skulu fáa sum mest burturúr tilfeinginum. Fyritøkur, ið vilja at virka og virðisøkja tilfeingið í Føroyum, eiga at fáa betri sømdir enn tær fyritøkur, ið ikki vilja tað. 
 
Endamálið má vera, at arbeiðsfólk og samfelag fáa sín góða part av fólksins ogn.
Eg vil virka fyri hesum trimum høvuðsmálum innan fiskivinnuna:
 
Tilfeingið um føroyskan kaikant.   
Tess minni virðisøking – tess størri tilfeingisgjald.  
Stórur partur av svartkjaftinum virkast til matna í Føroyum.