Djóni N. Joensen
Lesarabræv05. november 2016
Djóni N. Joensen

UPPRAÐFESTING AV BARNA- OG UNGDÓMSØKINUM!

Tíðin er nú komin til, at vit í Tórshavnar kommunu fara at gera fleiri íløgur í okkara børn og ungdóm.


Frá einum hugburði har vit játta akkurát fyri á økinum, skulu vit leggja meir á tann bógvin, at vit játta tað sum skal til pluss nakað afturat, so at børnini kunnu fáa nakað eyka. Hetta lyftir økið fakliga og ger tað, at námsfrøðingar og hjálparfólk aftur byrja at føla, at tey strekkja til og náa øll børnini, enn meir.


Tað kann t.d. ikki vera rætt, at starvsfólk skulu ganga runt og hava ringa samvitsku hvørja ferð tey melda seg sjúkan í vitanini um, at teirra starvsfelagar á stovninum skulu renna tað skjótari, tí at tað ikki altíð verður settur avloysari ístaðin. Puljan til sjúkrameldingar er blivin spard burtur ella minka niður í nærum onki. Hendan pulja skal á aftur beinanvegin, so at námsfrøðiliga tænastan og dygdin allatíðina er inntakt og børnini vera tryggjaði eins nógv vaksin hvønn dag.


Stovnarnir í kommununi hava nógv børn við serligum tørvi og útlendsk børn, sum ikki kenna føroyska málið. Tað er skjótt, at hesi vera við sviðið soð og ikki fáa tað neyðugu nærveruna, tá ið tað ofta manglar fólk og tá er skjótt, at hetta kann ganga útyvir teirra trivna og menning. Í summum førum enn tá við tí fylgju, at nøkur av hesum mugu loftast í dýrum sosialum fyriskipanum seinri. Íløgur í barnið er sparing fyri samfelagið uppá longri sikt.


Normeringin til stovnarnar skal ikki leggjast eftir minsta felagsnevnara. Tað skal nógv meiri gjøgnuskygni í játtanirnar og nágreinast, hvat skal brúkast til hvat. Fyrireikingar tímin hjá námsfrøðinginum skal t.d. haldast atskildur frá øllum hinum í játtanini og námsfrøðingurin skal sjálv/ur ráða yvir honum og tilrættisleggja hann, saman við sínum leiðara.


Foreldur í kommununi skulu hava møguleikan, at velja ein útibarnagarð og eigur ein slíkur at stovnsetast. Eisini náttúrustovnurin Spírin í Havnadali skal útbyggjast, so at foreldur kunnu velja hetta slag av frítíðartilboðið til teirra børn, í mun til tann meiri vanliga stovnin.


Ungdómshúsini í býnum eru komin fyri at vera. Tey gera eitt dygdargott námsfrøðligt arbeiði og skulu hesi mennast og útbyggjast enn meir í komandi tíðum. Tað mest upplagda fyri býin var, at umframt Klubb 188 í Hoyvík og Margarinfabrikkina í miðbýnum, so skuldi eitt ungdómshús eisini verið í vesturbýnum/á Argjum.


Eri av tí sannføring, at øll børn í skúlaaldri, eisini 3., 4., 5. og 6. flokkur, skulu hava frítíðartilboð í teirra nærumhvørvi. Hetta so, at foreldur kunnu velja eitt alternativ til, at børn teirra eru einsamøll heima og at tey trygt kunnu vera til arbeiðis í vissuni um, at teirra børn eru í einum dygdargóðum námsfrøðiligum umhvørvi.


Haldi eisini, at okkara ungdómshús eiga, at vera opin allar dagar í vikuni, uttan sunnudag. Játtanin til hesi hús skal økjast, so at hesi kunnu útbyggja teirra virksemi og kanska serliga fyribyrgjandi partin. Margarinfabrikkin arbeiðir longu nú við teirra ´street-team´, ein skipan har tvey starvsfólk uppá skift gera uppsøkjandi arbeiði úti á Havnargøtum annaðhvørt vikuskifti. Hetta eigur at vera hvørt vikuskifti. Málið eigur eisini at vera, at slíkt uppsøkjandi námsfrøðiligt arbeiði kemur í bæði Hoyvík og vesturbýnum/á Argjum, har starvsfólk frá hesum húsum bæði fara út í skúlarnar í nærumhvørvinum, ítróttarfeløg o.o. vid upplýsandi tilfarið og uppbyggja kontakt við tey ungu har.


Tórshavnar kommuna skal ganga á odda við, at veita so góða námsfrøðiliga tænastu sum yvirhøvur gjørligt á sínum stovnum og í sínum barna- og ungdómspolitikki allatíðina hava tann einstaka í fokus. Heldur enn at niðurlaga og spara, skal hetta økið uppraðfestast og gerast íløgur í.


Djóni Nolsøe Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar býráð