Tíðindi18. apríl 2019

Valevnini fyri Norðstreymoy eru klár

Ingilín Didriksen Strøm og Jógvan Mørkøre stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Norðstreymi. Tað er gjørt av á 2. og 3. uppstillingarfundi hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag herfyri.

Ingilín D. Strøm og Jógvan Mørkøre

Ingilín Didriksen Strøm er 27 ára gomul og er úr einum reyðum javnaðarheimi í Vestmanna, har politiski áhugin og ábyrgdarkenslan fyri umheiminum hevur verið ein stórur partur av uppvøkstrinum og lívinum sum heild.

"Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri einum samfelag, ið flógvar um solidaritet og arbeiðir í felag um felags, rættvísar, burðardyggar og innihaldsríkar loysnir fyri náttúru og fyri menniskju," sigur Ingilín.

Serliga brennir hon fyri at seta umhvørvið hægst á breddan, at umsorganararbeiði fær betri sømdir og ikki minnst at tryggja sterkar sosialar skipanir, har eingin kann detta niðurímillum. Har tey, ið verða sjúk, hava møguleika at fáa skjóta og nøktandi viðgerð, tí nóg nógvar hendur eru um tey, har hjálpin er at finna. Har skapanarhugur verður kveiktur heldur enn køvdur, og har bæði kyn arbeiða undir somu treytum.   

Jógvan Mørkøre er kendur hósvíkskingur, ikki bara í Norðstreymi men víða um í landinum. Hann hevur nógvar lívsroyndir við sínum 63 árum, ikki minst í kommunupolitikkinum, har hann sum borgarstjóri í táverandi Hósvíkar kommunu var ein av fremstu slóðbrótarunum fyri sera væleydnaðu skipanini og samansjóðingini av teirri nýggju stóru Sunda kommunu, ið kom at fevna víða frá Hósvík til Tjørnuvíkar og um brúnna um Streymin inn í Eysturoynna heilt til Gjáar.

“Eg brenni fyri tí politiska arbeiðinum og mær dámar best einar Føroyar, har øll hava javnbjóðis møguleikar at liva trygt og væl í okkara samfelag. Tí havi eg játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin og eg vil arbeiða fyri bestu lívskorum fyri allar borgarar í Føroyum. “

Jógvan er kendur stríðsmaður fyri einum framfýsnum umhvørvispolitikki, hann er arbeiðssamur og stendur við sína hugsan, eisini tá hon ikki er so væl lýdd av øllum. “Vit hava tørv á virðing fyri hvørjum øðrum, og vit hava tørv á politikarum, sum tora at handla og ikki bara tosa”, sigur Jógvan.