Landsstevna og veitsla 2020

29. august 2020
08.00 - 17.00 // Vágar

Setið ein stóran kross í álmanakkan 29. august, tá landsstevna og veitsla verða í Vágum.

Landsstevnan verður hildin í Marghøllini í Sørvágs skúla frá kl. 9 til kl. 17. Umframt formansrøðuna frá Aksel V. Johannesen verður eisini gestarøða, sum í ár verður frá Súna Selfoss, formanni í Starvsmannafelagnum. Skrá annars sambært lógum floksins.

Klokkan 19 verður veitsla í SÍF húsinum í Sandavági við borðhaldi, undirhaldi og dansi. Til ber at tekna seg til veitsluna longu nú við at flyta kr. 250 (SU limir kr. 150) á konto nr. 9181 - 150.794.1.

Vit síggjast í Vágum 29. august.