Uttanríkispolitikkur

Í Javnaðarflokkinum vísa vit ábyrgd. Við einum virknum og ábyrgdarfullum uttanríkispolitikki virka vit fyri eini støðugari menning av landi okkara. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi, sum er til fyri fólkið. Felagsskapurin gagnar okkum og støðu okkara í heiminum, men vit halda eisini, at í Føroyum skulu føroyingar liva og ráða. Okkara greiða støða hevur altíð verið, at yvirtøka skal fremjast, tá vit tryggja bestu loysn fyri einstaka føroyingin. Tí hevur Javnaðarflokkurin altíð gingið á odda fyri at uppbyggja førleikar og skipanir í Føroyum, sum hóska til samfelag og tørv okkara.

Altjóða samstarv skal styrkjast, og vit eiga at virka fyri at geva føroyskari vinnu bestu karmar á altjóða marknaðum. Vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í øllum altjóða felagsskapum, sum hava ávirkan á gerandisdag okkara og sum kunnu fremja áhugamál okkara. Vit skulu altíð hava møguleika at fremja serføroysk áhugamál í altjóða høpi – uttan mun til politikkin hjá donsku stjórnini. Tí skulu vit hava størri rásarúm á uttanríkis- og handilspolitiska økinum.

Útlendskar fyritøkur, sum hava virksemi hjá okkum, skulu altíð virka eftir galdandi reglum, og útlendsk arbeiðsmegi skal virka undir teimum sáttmálum, lógum og treytum, sum eru galdandi hjá okkum. Vit skulu menna okkara egna útlendinga- og integratiónspolitikk, soleiðis at tey, sum koma til landið, altíð hava bestu fortreytir at vera til gagns fyri samfelagið.

Javnaðarflokkurin fordømir alla krígsførslu. Ósemjur millum lond og fólk eiga at verða loystar við samráðingum og samstarvi. Vit skulu eins og onnur framkomin lond miða ímóti at røkka tilmælinum hjá ST um menningarhjálp. Tí skulu vit miðvíst økja upphæddina á fíggjarlógini til hetta endamál.