Aksel V. Johannsesen
Lesarabræv09. mai 2019
Aksel V. Johannsesen

Tí vann Liverpool á Barcelona

Í Javnaðarflokkinum trúgva vit uppá samanhald. Tá vit standa saman sum lið, standa vit nógv sterkari.

Tí eru vit sera hørm um, at tað ikki bar til at fáa allan Bústaðarpakkan samtyktan, áðrenn tingið fór í summarfrí. Tað er við Bústøðum, at vit í felag kunnu loysa bústaðartrupulleikan! Og tí vilja vit stríðast víðari fyri, at Bústaðir fær heimild til at byggja enn fleiri leigubústaðir komandi árini.