21. desember 2023

Aksel: Tunnilin ber sanniliga boð um, at nú gongur móti ljósari tíðum fyri Sandoynna

- Sandoyartunnilin er uttan iva størsta frambrot fyri Sandoynna nakrantíð. Og fyri restina av Føroyum gevur tunnilin okkum ríkar møguleikar at uppliva og kenna eina av Føroya vakrastu oyggjum. Hetta er ein nýggj byrjan. Ikki minst fyri tykkum sandoyingar.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í søðu sínari til hátíðarhaldið við tunnilsmunnan í Traðardali, tá Sandoyartunnilin lat upp í dag - á ársins stytsta degi.

- Føroyar hava gjøgnum árini tikið týdningarmikil samferðslustig. Stig, ið stytta um teinarnar og økja um møguleikarnar. Stig, ið væl og trygt binda okkara land saman.

Eitt stig varð tikið í 1963, tá ið fyrsti tunnilin, Hvalbiartunnilin, læt upp. Eitt annað stig var í ‘73, tá ið brúgvin um Streymin varð gjørd. Og enn eitt stig varð tikið í ‘75, tá ið nýggjur Smyril varð settur í sigling.

Í dag taka vit enn eitt stig, nú fjórði undirsjóvartunnil í Føroyum er veruleiki. Og við sær hevur nýggi tunnilin tann veruleika, at Føroyar í størri mun fara frá at vera eitt oyggjasamfelag til at vera eitt stórt meginøki við oyggjum aftrat sær.

Tað verður spennandi at síggja, hvørjar møguleikar tunnilin fer at hava við sær. Fyri sandoyingar í øllum aldri, fyri vinnulív, fyri ítrótt, fyri framburð.

Ja, fyri allar føroyingar sum heild.

Ein nýggjur veruleiki við hesum samferðslustigi er møguleikin hjá enn fleiri at velja til og frá millum fjølbroytta stórbýin - øðrumegin og eina róligari tilveru - hinumegin.

Hvør veit, kanska nýggj rák liggja fyri framman báðumegin tunnilsmunnarnar?