Uni Holm Johannesen
04. oktober 2023
Uni Holm Johannesen

Av arbeiðsborðinum á løgtingsborð

Røðan, sum Uni Holm Johannesen, tingmaður, helt undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024.

64 milliónir krónur í halli. Tað stendur til at verða úrslitið, hóast raksturin er tillagaður fyri 70 milliónir krónur, ongar stórar íløgur eru settar á skrá, og uppsjóvarvinnan og alivinnan rinda meira fyri avmarkaðu atgongdina til náttúruríkidømi. 64 milliónir krónur í halli. Tað er tann beiski veruleikin.

Vit kunnu so fara undir ein orðadyst um, hví støðan er, sum hon er. Hasir stabbarnir vístu hatta hasi árini, tit hava lovað hetta, men tit lovaðu eisini hatta hinaferð, tit brúktu ov nógvar pengar, Aksel visti so væl ta ferðina, rakstrarútreiðslurnar spolaðu avstað hatta tíðarskeiðið, Bárður fíggjaði ikki hatta, einki skil var á hinaferð, tað var burtur úr vón og viti at játta pengar til hatta, eingangsinntøkur vóru orsøkin til hitt, korona var atvoldin til hetta, Jørgen framdi ikki hatta, og Høgni segði hetta hinaferð.

Tað kann vera fínt undirhald, men tað flytur bara einki sum helst. Støðan er, at landskassin hevur hall, hóast nøkur átøk á inntøkusíðuni, og at arbeiðsloysið er metlágt. Vit vita øll, at einfalda orsøkin er ikki, at hendan samgongan hevur sitið á pengakassanum nakrar mánaðir. Hetta hevði verið støðan óansæð. Búskaparráðið hevur ávarað um hetta í mong ár við neyvt sama boðskapi. Sverri Hansen segði tað. Djóni Højgaard segði tað. Heri á Rógvi segði tað. Og Fróði Magnussen sigur tað. Tit brúka ov nógvar og gera ov lítið fyri haldførið. Men politiska skipanin hevur ikki lurtað nóg væl. Vit eru í grundini í tí syndarligu støðu, at tøkan og úrslitið hjá Bakkafrosti eru avgerandi fyri, um føroyski landskassin hevur lítið hall ella lítið avlop.

Vit mugu halda uppat at tosa um, hvussu hetta ber til. Vit mugu tosa um, hvat vit gera við tað, og síðan eisini gera okkurt við tað. Tað er tað, sum vit eru her til.

Vantandi nýskipanir

Tað skal ikki skiljast sum, at samgongan frásigur sær ábyrgd. Tvørturímóti.

Hetta einstaka undirskotið er ikki ein vanlukka í sær sjálvum. Búskapurin er væl fyri at taka ímóti einum stoyti, skuldin er lítil, og fíggjarliga rásarúmið víðkast aftur næsta ár, tá seinasta hond er løgd á verandi løguverkætlanir sum nýbygningar og tunlar.

Tað eigur hinvegin at standa øllum greitt, at vit kunnu ikki bara lata standa til. Her krevst sterkur lútur fyri framhaldandi at kunna menna vælferðarstænasturnar og fáa haldførið í búskapin.

Nakað verður framt. Pengar eru settir av til útinna tilmæli í frágreiðingini “Í góðum hondum”. Almenni raksturin verður eisini tillagaður við 30 milliónum krónum, sum svarar til eitt prosent av lønarútreiðslunum, men eg ásanni, at tað ikki er eitt langskygt átak.

Eg veit væl, at fíggjarlógaruppskot og nýskipanir eru sum útgangsstøði hvør sítt, men eg hevði bæði vónað og væntað, at tað fóru at vera onkur konkret uppskot til bygnaðarbroytingar – ella nýskipanir – sum partur av hesari fíggjarlógarforteljingini.

Vit eru farin undir at viðgera, hvussu pensjónsaldurin kann hækkast, men tað arbeiðið skal taka hædd fyri, at tey, ið eru útslitin, kunnu sleppa av arbeiðsmarknaðinum í góðari tíð. Landsstýrið er eisini farið undir at endurskoða almenna geiran fyri at vita, hvussu vit skipa tænastur og stovnar øðrvísi fyri at fáa fyrimunir av stórrakstri.

Fólk fyrihalda seg av góðum grundum til, at eingin niðurstøða fyriliggur, og tað er eisini fínasta slag. Tað verður vónandi við til at skunda undir arbeiðið. Vit skulu ikki bøla omaná hesum, hóast tað skal fyrireikast væl. Tað tekur eina ávísa tíð, um vit vilja tað ella ikki.

Øll koyra eisini politiska tummilin upp, tá ið mælt verður í breiðum høpi til bygnaðarbroytingar, men eingin nýskipan verður framd, um somu fólk bara seta seg afturá við krossaðum ørmum og rista við høvdinum, tí konkretu ætlanirnar ganga einstøkum veljarabólkum ov nær. Nýskipanir verða tiknar illa upp av onkrum. Tað er ein óloysiligur partur av at gera broytingar, sum muna nakað.

Lættari gerandisdag

Vit vildu geva fólki ein lættari og bíligari gerandisdag. Tað hevði skund, tí prísvøksturin hevur við sær, at fólk í Føroyum fáa støðugt minni fyri pengarnar. Vit hava færri pengar um hendi, tí peningastovnarnir fara avstað við einum størri parti av tiltøkupeninginum nú enn fyrr. Og vit fáa minni fyri pengarnar, tí gerandisvørurnar í innkeypskurvini og brennievni kosta meira.

Onkur munagóð átøk eru framd. 668 húski hava fingið hjálparískoyti higartil, men sosiala neyðin skal takast í størri álvara. Reyði Krossur staðfestir aftur um dagarnar, at tað eru framvegis nógv fólk, sum spyrja um mat og klæðir. Og tað er sum oftast tað seinasta, sum fólk gera í slíkum støðum. At spyrja um hjálp. Tað, sum tey uppliva har á Stiðjagøtu, Herberginum og aðrastaðni, sigur eisini søguna um trongu støðuna, sum fólk og húsarhald eru í.

Hjálparískoyti fer úr gildi um ársskiftið. Skattalættin skuldi koma ístaðin og vera við til at lætta um hjá millum øðrum barnafamiljum og vanligum lønmótakarum. Og tað er ikki nóg gott, at vit framvegis ikki kunnu leggja ein skattalætta fram. Eg veit væl, at inntøkumetingarnar sveiggja, og búskaparstøðan er verri enn upprunaliga hildið, men fólk eru sperd fíggjarliga, og vit eiga at kunna at siga teimum við rímiligari freist, hvat tey skulu fyrihalda seg til tann 1. januar.

Í sama viðfangi undrar tað meg, at pengar ikki eru settir av til eina príseftirlitstænastu og brúkaravernd í hesum fíggjarlógaruppskotinum. Ikki tí, tað kann gerast uttanfyri fíggjarlógina, men politiska signalið átti at verið greiðari. Fólk úr øllum flokkum hava biðið landsstýrismannin skriva príseftirlitsmekanismuna inn í kappingarlógina, og herfyri upplýsti landsstýrismaðurin eisini fyri Løgtinginum, at Kappingareftirlitið skuldi hava størri arbeiðsorku fyri at kunna átaka sær ta uppgávuna. Eitt ella hálvannað ársverk afturat. Eg síggi kortini ikki, at áheitan er tikin til eftirtektar í hesum uppskotinum.

Føroyska Frihedsbrevet gevur okkum eitt beinhart og karrátt innlit í liviumstøðurnar hjá fleiri av okkara viðbreknastu samborgarum. Tey heimleysu, sum einu tíðina reiddu sær ból millum arbeiðsamboðini í H-bygninginum, og sum nú verða rikin úr tómum húsum í Havn. Landsstýriskvinnan hevur í fyrstu syftu bøtt nakað um støðuna, men hagtølini hjá Hagstovuni siga, at herbergini hava verið stúvstappað við fólki seinastu 21 mánaðirnar. Hetta krevur eina varandi loysn, sum eg ikki ivist í, at landsstýriskvinnan fer at fáa bilbugt við saman við teimum góðu fólkunum í Almannaverkinum, Frelsunarherinum, Herberginum og aðrastaðni.

Økja arbeiðsútboðið

Tað er ein stór avbjóðing at økja um arbeiðsútboðið. Ikki bara her, men allastaðni.

Tørvurin á røkt og umsorgan veksur skjótt. Vit vita, at tað fara at vanta okkurt um 1000 starvsfólk í heilsu- og umsorganarøkinum um nøkur ár. Og tað er átroðkandi at gera nakað við tað. Vit hoyra øll javnan frá fólki, serliga sum hava børn á ávísum dagstovnum í høvuðsstaðnum, sum ikki fáa børnini ansaði fulla tíð. Tað ger, at foreldrini sleppa ikki til arbeiðis, sum hevur við sær, at teirra arbeiðsmegi heldur ikki verið gagnnýtt til fulnar.

Vit vita væl, at avbjóðingarnar eru víðfevndar og ymiskar á einstøku arbeiðsøkjunum, tað eru heldur ikki bara umsorganarstørvini, sum vanta arbeiðsfólk, og vit sleppa ikki undan at endurhugsa, hvussu vit fáa fleiri hendur til arbeiðis. Og tað er tíverri eingin skjót og løtt loysn.

Tað verður bøtt nakað um støðuna við, at fólkapensjónistar kunnu tjena 61.900 krónur, uttan at tað verður mótroknað í pensjónini. Eg veit, at fleiri eru misnøgd, tí markið er framvegis ov lágt, men hendan broytingin er eitt fyrsta stig í arbeiðinum at endurskoða reglurnar um mótrokning fyri pensjónistar. Lønarlyftið til umsorganarøkið er mest sum avgreitt. Tað ger, at láglønarbólkar fáa eitt tiltrongt og uppiborið lønarlyft. Tað er gott fyri javnstøðuna, at arbeiðsøkini, har serliga kvinnur arbeiða, verða javnsett við onnur starvsøki. Og tað verður meira lokkandi at velja hesa starvsleiðina, tí lønin verður frægari.

Í Danmark eru tey so ráðarík, ella ráðaleys, at tey eru farin at kanna, um tað letur seg gera at stovna danskar útbúgvingarstovnar í India og Filipsoyggjunum fyri at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar har. Samstarvsavtalan skal innibera, at ein partur av teimum skal flyta til Danmarkar at arbeiða, tá ið tey hava fingið útbúgvingarpappírini í hondina. Týska stjórnin er farin undir líknandi átak í Kenja. Tað sigur ikki lítið um, hvussu trupul hendan samfelagsavbjóðingin er um okkara leiðir.

Í Føroyum viðgera vit eisini ov lítið ta ørkymlandi gongdina í fólkatalinum. Vit kunnu ikki bara lata sum um, at tað er ein løtumynd, at færri av okkara blómandi ungu, sum fara av landinum í lestrarørindum, flyta aftur til Føroya. Útlendingar áttu fólkavøksturin í fjør, og sama rák er galdandi í ár.

Vit kenna ikki reiðiliga orsøkina, men tað slepst ikki uttanum, at úrvalið av útbúgvingum, arbeiðsmøguleikar, bústaðarviðurskiftini og korini hjá barnafamiljum eru avgerandi fyri, hvar fólk velja at liva og virka. Fortreytirnar eiga at vera góðar. Tað eru stuttir teinar millum bygdirnar og býirnar. Tað er smidligt at bróta upp úr nýggjum, og umstøðurnar at vaksa upp eru sum heild góðar í Føroyum. Eg veit, at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum er ávegis í Løgtingið við uppskoti, sum kommunum at byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg. Tað verður vónandi skjótt.

Politisku projektini á borðið

Fyri í stuttum at taka samanum, so verða nøkur neyðug átøk framd. Fíggjarkarmurin er ikki so víður, sum vit kanska hildu. Tað taka vit við. Nú ræður um at fáa fíggjarstýringina í eina sunna legu og at fáa flutt einstøku politisku projektini av arbeiðsborðinum á løgtingsborð.

Takk fyri.