22. januar 2024

Djóni: Meira tíð til einstaka næmingin

Færri næmingar í hvørjum flokki, so hvør næmingur fær betri umstøður at læra.

Tað er endamálið við lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, hevur sent til hoyringar.

Uppskotið leggur upp til, at talið av næmingum í hvørjum flokki stigvíst verður lækkað niður í 20. Nýggja skipanin verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026, tá byrjað verður við 1. flokki. Síðani verður skipanin rullað út yvir níggju ár.

Tað verða einstøku skúlarnir, sum gera av hvussu býtt verður. Við lógarbroytingini fáa skúlarnir rætt til at avgera, um floksbýtið verður gjørt við næmingi nr. 21, ella um sett verður inn við øðrum fyriskipanum, herundir t.d. við tvílæraraskipan.

- Hetta er eitt stig á leiðini at gera ein fólkaskúlan betri. Ætlanin er eisini at gera aðrar broytingar hetta komandi árið, sum kunnu stuðla upp undir betur trivnað hjá bæði børnum og vaksnum, umframt at betra úrtøkuna hjá tí einstaka næminginum. Eitt nú fara vit at hyggja nærri at flokslæraraskipanini, og møguleikanum fyri at víðka um núverandi, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, í viðmerking.