15. desember 2023

Eyðgunn: Kunnu fara undir at fyrireika hølini til MR-skannaran í ár

Fyri lítlari løtu síðani samtykti Løgtingið at játta Klaksvíkar sjúkrahúsi 1,3 mió. kr., so farast kann undir at fyrireika hølini til nýggja MR-skannarin beinanvegin.

- Hendan eykajáttanin til Klaksvíkar sjúkrahús merkir, at fyrireikingarnar kunnu halda fram ótarnaðar. Eg fegnist um, at hetta málið hevur so breiða undirtøku í Løgtinginum og varð einmælt samtykt, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini.

Hølisviðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi til at seta MR-skannaran upp eru góð, men neyðugt er við umbyggingum og nýggjum el-innføringum. Til hetta krevst 1,3 mió. kr.

Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at skannarin er bílagdur og verður nú framleiddur. Verða høli og annað klárt, so kann skannarin standa klárur og verða tikin í nýtslu um miðjan apríl.

Tað var í apríl at vinnufyritøkur í norðurøkinum lótu Klaksvíkar sjúkrahúsi 13 mió. kr. at keypa ein 3 Tesla MR-skannara.

Skannarin fer at hava við sær, at vit kunnu gera fleiri kanningar í Føroyum, sum í dag verða gjørdar uttanlands, serliga innan prostatakrabba og bróstkrabba.

Sambært arbeiðsbólki er eitt varið boð er, at slakar 300 kanningar tilsamans í hesum sjúklingabólkum kundu verið gjørdar her heima, um ein 3T MR-skannari var í Føroyum. Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, so kunnu vit vænta at talið fer at vaksa við tíðini.