13. desember 2023

Fegnast um samtykt um humanitera vápnahvíld í Gasa

Humanitera støðan í Gasa er vanlukkulig, og tí er bráðneyðugt at fáa steðgað stríðnum umgangandi, so vit kunnu fáa neyðhjálp inn til tey neyðstøddu.

Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen eftir at høvuðsnevndin hjá ST í gjár við stórum meiriluta samtykti eitt krav um humanitera vápnahvíld millum stríðandi partarnar í Gasa.

- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit eina ábyrgd fyri at verja tey mongu sivilu, sum ongan lut eiga í krígnum. Eg fegnist tí um, at ST-høvuðsnevndin við avgjørdum meiriluta samtykti krav um humanitera vápnahvíld, so tey neyðstøddu kunnu fáa hjálp.

153 lond atkvøddu fyri samtyktini, 10 vóru ímóti og 23 lond atkvøddu ikki.