Eyðgunn Samuelsen
28. august 2023
Eyðgunn Samuelsen

Fleiri fólk í bussarnar

Seinastu árini er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum støðugt lækkað. Hetta er ein gongd skeiva vegin, metir Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum vísir á, at ynskja vit at fáa fleiri fólk at nýta kollektivu og almennu ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við eini menningarætlan fyri Bygdaleiðir.

Tískil hevur hon sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennis Holm, ein fyrispurning um málið.

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tann størsta minkingin í ferðafólkatali seinastu 10 árini er á leið 400, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík, har talið er minkað niður í helvt.

Nýggja leiðin 401, sum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík umvegis Eysturoyartunnilin, koyrir einans tvær ferðir um dagin – og ongan túr í vikuskiftinum.

- Í dagsins samfelagi ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri útlát og meira slit á vegirnar, skrivar Eyðgunn Samuelsen í fyrispurningum til Dennis Holm.

Tí eftirlýsir tingkvinnan eina menningarætlan fyri Bygdaleiðir, soleiðis at fleiri fólk fara at nýta bussarnar framum egnan bil.

- At stórir bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til hendan flutning gagnar hvørki SSL, landinum ella umhvørvinum. Tí vóni eg, at vit fáa eina loysn sum skjótast, sigur Eyðgunn Samuelsen.