16. desember 2023

Kristianna: Fleiri góð átøk fyri at koma rúsevnisforbannilsinum til lívs

Samgongan setir nú av álvara ferð á stríðið móti rúsevnismisnýtslu. Í fíggjarlógini eru fleiri góð átøk úr heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

Samgongan setir nú av álvara ferð á stríðið móti rúsevnismisnýtslu. Í fíggjarlógini eru fleiri góð átøk úr heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

🌹TAKS fær hægri játtan til tollaratoymið hjá TAKS. Við hesari játtan fær tollaratoymið hjá TAKS ein kærkomnan styrk. Uppfinnsemið tekur ongan enda, tá ið hetta fjandans eitur skal smuglast til landið. Við posti, sjóvegis og loftvegis, innvortis og væl krógvað í viðføri ella í akfari.

🌹 Játtanin til viðgerðarstovnarnar Heilbrigdi og Blákrossheimið eru hækkaðar, so fólk við rúsevnistrupulleikum kunnu koma úr bundisskapi

🌹 Játtanin til Títt Rúm er hækkað, so fleiri við foreldrum við rústrupulleikum kunnu fáa stuðulandi samrøður

Somuleiðis er raðfest at stuðla arbeiðinum í sambandi við harðskap

Stríðið móti rúsevnum er eitt hjartamál fyri meg og Javnaðarflokkin. Við hesum raðfestingum fáa vit gongd á eitt arbeiði, sum merkir mun á lív og deyða fyri alt ov nógv menniskju.

Nú eru vit komin í gongd. Men nógv er eftir.

Arbeiðið við fyribyrging skal uppraðfestast fyri at halda børnum og ungum frá at gerast misnýtarar. Og nógv fólk hava ein leiklut í stríðnum móti narkotika.

Eitt miðvíst arbeiði skal gerast í skúlunum og allastaðni, har ung eru virkin, umframt at vit vaksnu, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu læra at síggja, nær vandi er á ferð, og síðani duga og tora at leggja uppí, tá tað er neyðugt.