Tíðindi12. oktober 2020

Landsstevnan 2020 avlýst

Starvsnevndin hevur í dag valt at avlýsa landsstevnuna 2020. Vit hava útsett tvær ferðir, og eru nú komin til ta niðurstøðu, at vit ikki meta tað vera rætt at halda eitt stórt tiltak í 2020, sum hevur verið og framvegis er merkt av koronasmittuni.

Vit høvdu annars glett okkum til at síggja tykkum øll, hoyra tykkara meiningar, vera saman í veitslulagi, hita upp til kommunuvalið og ikki minst gleðast um góðu veljarakanningarnar saman.

Landsfundurin/stevnan er forumið, har limirnir koma til orðanna, og tað vilja vit framvegis hava. So um tit hava okkurt upp á hjarta, sum tit halda, at starvsnevndin ella floksstjórnin eigur at fáa at vita, so vilja fegin hoyra frá tykkum. Setið tykkum endiliga í samband við okkum annaðhvørt á Facebook, við at skriva teldupost, ringja ella koma framvið á skrivstovuni.

Vónandi verða umstøðurnar øðrvísi í vár, so at vit kunnu koma sterkt aftur í 2021.

Øll, sum hava goldið fyri veitsluna, verða biðin um at senda ein teldupost við kontonummarinum til javnadarflokkurin@logting.fo, so fáa tit pengarnar aftur.

Vegna starvsnevndina

Aksel V. Johannesen