08. desember 2023

- Nýggj battarískipanin hjá SEV er týdningarmikið tak á leiðini í grøna orkuskiftinum

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tendraði í dag nýggja battarískipan hjá SEV. Tað var á hátíðarhaldi á Sundi í samband við, at SEV tók nýggju battaskipanina í nýtslu.

Nýggja battarískipanin fer at loyva meira vindorku á netið og minni oljunýtslu. Hetta er sjón fyri søgn, tí við battarískipanini í Suðuroy hevur SEV til tíðir útvegað suðuroyingum 100% burðardygga elorku.
 
Hóast battarískipanin her í miðastaðarøkinum er væl minni í mun til elnýtslu, verður spennandi at fylgja við, hvussu nýggja skipanin fer at eydnast.
 
Náttúran er háttað í grønum orkukeldum. Vindi, vatni og sól. Vit flyta okkum leypandi frá olju til grøna orkunýtslu.
Hetta er ein gongd, sum vit ynskja okkum. Tí gleðist løgmaður um stóra grøna takið, sum SEV hevur tikið á Sundi.
 
Til hátíðarhaldið takkaði løgmaður eisini SEV fyri grønu tøkini, ið verða tikin. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum. Tí hetta vilja vit, og hetta gera vit sum land. Fyri okkum, sum her búgva og tey, sum koma aftaná okkum.